Eitt livandi ævintýrasavn

Nám hevur lagt ein hóp av ævintýrum út á fakportalin Føroyskt

Nám skrivar, at nú kunnu lesarar, lesa nógv kend og kanska minni kend ævintýr á fakportalinum føroyskt. 

 

- Sagnir og ævintýr hjá Jakobi Jakobsen

Øll ævintýrini eru skrivað við Hammershaimbs stavseting, og tey byggja á upprunaútgávuna “Færøske folkesagn og æventyr” (1898–1901). Ævintýrini hava tilvísingar til AT-nr., eins og í útgávuni frá 2009.

 

- Ævintýr, sum Heðini Brú hevur týtt

Hesi ævintýrini eru úr bókarøðini “Ævintýr 1–6”, sum Føroya Lærarafelag gav út frá 1959 til 1974, við myndum eftir Elinborg Lützen.

 

- Ævintýr eftir H.C. Andersen

33 ævintýr, sum Marius Johannessen hevur týtt, og sum eru tikin úr bókunum “10 ævintýr” (1980), “11 ævintýr” (1981) og “12 ævintýr” (1982). Onnur hava Poul Olsen og Christoffur Lützen týtt.

 

- Ævintýr úr ymsum londum

Lisbeth Algreen-Petersen hevur savnað hesi ævintýrini í bók - og nú eru tey løgd út sum undirvísingargongdir á fakportalin.

 

Ævintýrasavnið verður dagført, so hvørt sum nýggir tekstir verða klárir. Sostatt verður ævintýraheimurin á fakportalinum støðugt meiri fjølbroyttur og áhugaverdur.

 

Nú kanst tú uppliva og arbeiða við hesum ævintýrunum – bæði til undirvísing og til hugna í summarfrítíðini.

 

Si ævintýrini her Føroyskt - Føroyskt