100 ára hátíðarløta í Havn

Gamli landslæknin verður hátíðarhildin við fyrilestrum, tónleiki og felagssangi

Mikudagin, tað er 27. November, eru 100 ár síðan Hanus Debes Joensen, fyrrverandi landslækni og fróðarmaður, varð borin í heim.

 

Í hesum sambandi skipar Føroya Fróðskaparfelag fyri almennari hátíðarløtu á Landsbókasavninum sjálvan føðingardagin mikudagin 27. november klokkan

 

Á skránni verða røður, framløgur, tónleikur og felagssangur.

 

Jóan Pauli Joensen Dr. Phil. og professari í siðsøgu á Søgu- og Samfelagsdeildini fer at røða um HD Joensen og stovnanina av Fróðskaparfelagnum og Fróðskaparsetri Føroya.

 

Marjun Simonsen Cand. Phil. í máli og bókmentum fer at greiða frá yrkorðagerð, við støði í nøkrum av teimum verkum, sum HD Joensen greiddi úr hondum.

 

Harumframt fer Høgni Debes Joensen landslækni og sonur HD Joensens at greiða frá læknaliga og vísindaliga arbeiðinum hjá pápanum umframt at røða um Hans Debes Joensen sum menniskja.

 

Harumframt verður ein framløga frá Deildini fyri arbeiðs- og almannaheilsu, ið fer at snúgva seg um heilsu- og læknaligu menningina í Føroyum seinastu árini.