100 ár á baki - við stórum braki

- Uppliv Fuglafjørð gjøgnum 100 ár við teimum flestu av teimum bestu, siga tey í Fuglafirði, sum nú skipa fyri mentanardøgum.

Sangglaði Fuglafjørður hevur fostrað nógvar sangskattir – um Ford-bilar og flugur, um at ganga tryggur og at dansa tango, um summar og um mortítlingar og mangar aðrar. Í sambandi við, at Fuglafjarðar kommuna fyllir 100 ár, verður ein partur av hátíðarhaldinum ein spennandi og fjølbroytt konsertuppliving, sum er sett saman til høvi.

 

Her sleppa vit at uppliva núlivandi tónleikarar spæla egnar sangir, umframt løg og tekstir hjá teimum undanfarnu - við undirspæli frá einum húsaorkestri við nøkrum av bestu tónleikarum í landinum. Fyrireikararnir í Fuglafirði siga, at tað verður Dánjal á Neystabø, sum kemur at samskipa hesa stórfingnu verkætlan, sum henda konsertin er.

 

Við á konsertini verða Stanley Samuelsen, Bárður á Lakjuni, Alexandur Kristiansen, Gentukórið, Maria á Lakjuni, Røkkvi, Niels Midjord, Lív Næs, Jógvan Joensen, Jógvan á Lakjuni, Fuglafjarðar sangkór, Frits Johannesen, Siloa kórið, Vega, Benjamin Petersen, Jan Rúni Poulsen, Eyðun á Lakjuni og Jákup á Lakjuni.

 

Við á konsertini verða eisini Helgi Midjord, Óli Johannesen, Poul Jákup Lundsberg, Linda Toftegaard, Johan Hentze, Magnus Jacobsen, John Højbye, Ismar Joensen, Evald Johannesen, Hans Jakup á Brúnni og Victor Danielsen. 

 

- Eisini fara vit at síggja list frá Frits Johannesen, Øssuri Mohr, Kristinu Joensen, Heðini Kambsdal og Helga Midjord. Kom og hoyr, síggj og uppliv Fuglafjørð gjøgnum 100 ár við teimum flestu av teimum bestu. Vælkomin við á tónleikaferð í Mentanarhúsinum, nú Fuglafjarðar kommuna hevur 100 ára hald (1918–2018).

 

Lagt verður aftrat, at tríggjar framførslur verða á mentanardøgunum, leygardagin 1. september klokkan 19.30, sunnudagin 2. september klokkan 16.30 - og seint sunnudagin 2. september klokkan 18.15.