Nú eru 100 ár liðin, síðan fyrri heimsbardagi endaði. Klokkan 10 hin 11. november 1918 varð vápnahvíld, eftir friðaravtala varð undirskrivað fáar tímar áðrenn.
Søguligi dagurin verður hátíðarhildin kring allan knøttin í dag. Í París varð fyrrapartin skipað fyri stórum altjóða hátíðarhaldi, har 72 ríkisleiðarar luttóku. Tiltakið byrjaði kokkan 10, og tilsamans vóru umboð frá 92 londum.
Millum hesar ríkisleiðararnar vóru m.a. Donald Trump forseti í USA, Vladimir Putin forseti í Russlandi, týski kanslarin Angela Merkel og sjálvsagt franski forsetin, Emmanuel Macron, sum var vertur.
Til hátíðarhaldið vóru fløgg á stong, røður og tónleikur, og so mintust tey m.a. tey deyðu við tøgn í ein minutt. Emmanuel segði m.a. í røðu síni í París, at sporini frá fyrra heimsbardaga ongantíð eru farin burtur. Líknandi tiltøk hava eisini verið í m.a. Onglandi, Avstralia og India.
Í sambandi við 100 ára dagin gjørdi mann eisini okkurt burturúr í Danmark. Klokkan 10 í morgun ringdu kirkjuklokkur í býum í Suðurjútlandi, sum fram til 1920 vóru undir týska ríkinum. Í Århus var stórt minnishald, har Drotning Margretha luttók.
Fyrri heimsbardagi byrjaði á sumri 1914, tá serbiski nationalisturin, Gavrilo Princip gjørdi av við eysturíkiska krúnprinsin, Franz Ferdinand. Støðan millum Serbia og Eysturríki-Ungarn var longu spent, og hetta elvdi til kríggj millum hesi londini, har Russland og stórveldini í Evropa síðani blandaðu seg uppí. Herfrá byrjaði eitt fimm ára lang kríggj við ræðuleikum, sum fekk stórar avleiðingar og kravdi fleiri milliónir mannalív.
Men friðurin, sum skuldi koma eftir 11. november 1918, vardi ikki leingi. Bara eitt sindur meira enn 20 ár seinni brast seinni heimsbardagi á, sum kravdi umleið 60 milliónir mannalív.