Víst hevur havið átt lívið í føroyingum í mong ár, men prísurin hevur stórur. Leysliga roknað eru einir 1.000 føroyingar farnir á sjónum frá 1876 fram til seinna heimsbardaga. Bardagárini komu so einir 200 afturat. Nógvar bygdir hava mist nógvar mans, og ein av hesum var Porkeri.
1910 var eitt slíkt vanlukkuár. Tað vóru nógvar sluppir á Føroya Banka. Tað hevði verið gott veður dagarnar frammanundan við góðum útliti fyri fiskiskapi, men tann 10.mars var eitt rættuligt ódnarveður á bankanum.
Fleiri av skipununm fingu eisini stóran skaða. Guiding Star misti tveir mans, Jógvan Paula Olsen, 20 ár, og Heina Danielsen, 25 ár, úr Vestmanna.
Onnur skip, sum fingu skaða, vóru Dúgvan, Ariziona, Suðringur og Silver Belle.
Dimmalætting skrivaði 20.mars, at ein kassi var rikin á land í Sørvági. Tá tað ikki var frætt frá øllum skipum síðan illveðrið, loyptu hesir rekar ótta á fólk, sum stúrdu fyri, at okkurt skip kundi vera burturgingið.
Eitt av hesum skipum var Hurricane hjá Óla Svendsen. Tey flestu høvdu mist mótið, táið tað frættist páskamorgun, at skipið var afturkomið.
Einki frættist frá Norðstjørnuni
Men einki frættist frá Norðstjørnuni. Skipið hevði bert proviant til 12 dagar afturat, og gekk tað útyvur hesa tíðina, var grund til at óttast tað ringasta.
Tveir suðuroyadreingir, sum júst vóru konfirmeraðir, skuldu við Norðstjørnuni, og roknað var við, at skipið fóru at koma inn eftir teimum. Men eingin Norðstjørna kom.
Tann 19. apríl skrivar Dimmalætting, at óttin fyri Norðstjørnuni nú var blivin til syrgiliga vissu um, at teir vóru farnir við mann og mús.
Sum vanligt, tá ið eingin veit nakað, so verður gitt. Gitt varð, at skipið kundi verið farið á land vestantil í Suðuroynni ella á Munkinum.
Skírisdag var regn og mjørki, og hesa náttina var tað um reppið, at trý suðuroyaskip fóru á land vestantil á oynni, tí tey vóru komin nærri landi, enn tey hildu seg vera sambært logginum. Skipið kundi eisini hava verið ásiglt.
Teir ið fórust við Norðstjørnuni vóru:
Skiparin Johan Mortensen, úti á Klova 28 ár og giftur. Umframt fóru fýra brøður hansara:
Bestimaðurin Lávus Mortensen, giftur, 27 ár
Dánjal Mortensen, 24 ár
Adrian Mortensen, 20 ár
Johannes Mortensen, 18 ár.
Sámal Müller, 28, giftur
Jaspur Vejhe, 19 ár
Niels Jákup Petersen, 32 ár, giftur
Djóni Johannesen, 23 ár,
Hans Pauli Midjord, giftur 23 ár, ættaður úr Hovi
Allir hesir vóru úr Porkeri
Òla Christian Dam, Sumbæ, 22 ár, giftur við systir teir fimm brøðurnar.
Søgan hjá nøkrum monnum
Skiparin Johan var føddur 6. juni 1881 og tók skiparaprógv hjá Jens í Dali í 1905. Hann var tey fyrstu árini til skips við Kittiwake við Petur Müller, og hann var bestimaður hjá honum í 1905 við Ben Stark. Í 1906-08 førdi Johan Reginu, og í 1909 hevði hann verið sum maður við enskum trolara.
Sámal Müller var giftur við Martinu, og tey áttu trý børn, Maria, Sørina og Óli. Martina giftist til Norðragøtu við Jákup Andreas Jacobsen, hjá Duritu. Í 1932 varð Martina aftur rakt. Óli gekk burtur við Immanuel í 1932.
Hans Pauli Midjord var giftur við Astrid Mariu Magdalenu f. Larsen (1886-1967). Hon var dóttir Petur Larsen og Elisabeth f. Effersøe, sum greitt er frá í Miðvikuni um Müller/Effersøeættina í Suðuroy. Tey áttu sonin Petur Larsen Midjord f. 1908, sum var brekaður. Astrid fór niður at læra til jarðamóður, tá hon misti mannin og hevði sonin við sær. Hann doyði niðri heilt ungur.
Astrid giftist aftur við Jens Paula Skaalum. Tey vóru barnleys, men fostraðu upp Astrid á Dul, ættað úr Porkeri, og Onnu Mortensen í Hvalba.
Norðstjørnan var keypt úr Grimsby og kom á Trongisvág 29. oktober 1892. Eigari var J. Mortensen Tvøroyri. Norðstjørnan var bygd í 1877 og merkt 87 brt.
Mikkalina misti sjey av sínum við Búgvanum
Júst 30 ár seinni tann 20. februar 1940, ella fyri júst 70 árum síðani, varð Porkeri aftur rakt av eini stórari vanlukku, tá ið Búgvin gekk burtur og átta porkeningar fórust.
Fleiri aðrir bátar vóru við at farast tann dagin. Tað var greytasvart í mjørka, aldan var stór og nógv brim var við landi. Rákið mundi vera øðrvísi, enn menn roknaðu við, tí fleiri komu skeivir, tá ið teir komu at landi aftur.
Tá ið fleir bátar vórðu saknaðir, varð farið at leita, og tá funnu teir nærindis Sumba afturdekkið av einum deksbáti rekandi, og teir kendu, at hetta var Búgvin. Tískil var eingin ivi um, at hann var farin á land har á leiðini. Hetta vóru ring boð at koma aftur til lands við.
Teir ið fórust við Búgvanum vóru:
Petur A Jensen, í Hólum 44 ár, bátsformaður ógiftur
Michael Mortensen 31 ár giftur
Peter E Djurhuus 21 ár ógiftur
Michael Djurhuus 19 ár ógiftur
Johan E.M. Müller 26 ár giftur
Daniel Jacob Müller 32 ár ógiftur
Poul O.M. Müller 25 ár ógiftur
Kärleiv Petersen 15 ár ógiftur
Líkið av bátsformanninum Petur Jensen rak á land í Sumba, og tað sást at urið hjá honum var steðgað um kl. 8.
Martina átti 20 nøvn á minnisvarðanum
Hetta var ein ræðuligur vanlukkudagur, og sum tað so oft var í Føroyum, vóru tað einstakar ættir sum aftur vóru raktar.
Petur Jensen var nevniliga mammubeiggi allar hinar uttan Kärleiv, sum var úr grannahúsinum, har fleiri av hinum høvdu havt sína dagligu gongd.
Hilmar Bech skrivaði eina grein í samband við, at 50 ár vóru liðin síðani Búgvin fórst. Hann skrivaði, at Mikkalina í Hólinum, sum tá var 83 ár, misti her sín seinasta son, sum eftir var og seks ommusynir. Mannin Mikkjal og tveir synir misti hon, tá ið Heygabáturin gekk burtur í 1904, og tá misti hon eisini tveir brøður og ein bróðurson. Tá ið Norðstjøran gekk burtur í 1910 doyði maður til eina av døtrum hennara, Johan Mortensen, pápi at Michael, sum nú fórst. Johan var einum av teimum fimm brøðrunum sum fórust við Norðstjørnuni.
Tað verður sagt í Porkeri, at Mikkalina var næstrafólk at 20 av teimum, sum eru á minnisvarðanum í Porkeri. Men hon uggaði seg við, at hon hevði tó eina grøv at vitja, og hetta var tann hjá soninum Petur.
Teir tríggir, sum høvdu Müller til eftirnavn vóru brøður. Teir vóru synir Olevinu, dóttir Mikkalinu, og Jóan Petur Müller, sum var beiggi tann umrødda Sámal Müller, sum doyði við Norðstjørnini, og hvørs somur fór við Immanuel. Ein fjórði beiggi, Sámal, upkallaður eftir pápabeiggjanum, sum fórst við Norðstjørnini, skuldi eisini verið við. Men júst hendan dagin var hann sjúkur og settist aftur.
Aðrar vanlukkur
Porkeri er rakt av øðrum vanlukkum á sjónum. Í 1914 fórst Robert Miller. Skipari var tann bert 22 ára gamli John Danielsen, beiggi Danbjørg, kendi løgtingsmaðurin. Hin porkeningurin var Petur Hans Djurhuus, sum bert var 15 ára gamal. Manningin var 11, og teir flestu vóru úr Sumba. Petur Hans hevur einn ein beiggja á lívi. Tað er 101 ára gamli Andreas Djurhuus, Diurin kallaður.
Tann 14. februar 1944 hvørvur báturin Louisa úr Porkeri við 4 monnum. Her var tað á sama hátt við familjuskapi. Tveir av teimum vóru beiggjar, synir Johan, beiggja Dias á Heyggi, og hinir tveir vóru faðir og sonur.
Longu tann 22. juli 1952 hendir enn ein syrgilig vanlukka, hesa ferð við einum torvbáti. Teir ið doyðu vóru: Poli Poulsen, 39 ár, giftur og átti fýra børn. Jens Leo doyði frá trimum børnum. Afturat teimum vóru við tveir 17 og 15 ára gamlir dreingir, Jón Poulsen og Herman Dam.
Minningarhald leygardagin
Leygardagin 13. marts klokkan 17.00 verður minningarhald i Porkeris Kirkju við Jónsvein Bech presti fyri teir, sum fórust við Norðstjørnuni. Aftaná minningarhaldið í kirkjuni bjóða tey avvarðandi til teir, sum fórust við Norðstjørnuni, ein kaffimun í missiónshúsinum í Porkeri.
Óli Jacobsen