Koyrdu aftur ímóti ferðluni í Klaksvík

Løgreglan skrivaði tríggjar sakir við skúlan í Klaksvík í gjáramorgunin

Tá løgreglan í gjáramorgunin kanna ferðsluna kring skúlan á Skúlatrøð í Klaksvík vóru trý mál skrivað, har bilførarar fingu klipp í koyrikortið. Tað fingu teir, tí teir koyrdu ímóti ferðslurætninginum. Ferðsluviðurskiftini eru broytt, og hóast skeltað er sum tað skal, so er tað eftir øllum at døma onkur, sum ikki hevur varnast tað, sigur vaktleiðarin á politistøðini í Havn. 

 

Úr Trongisvági komu boð um, at seyður gekk leysur í bygdini. Talan var um 14 seyðir. Aktingarmaðurin fekk boðini, og tað vísti seg, at tað var eitt rulluportur, sum ikki riggaði sum tað skuldi.

 

Tá løgreglan kannaði ferðsluna á Stangarvegnum í Klaksvík í gjár, vórðu fýra mál skrivað. Har er ferðmarkið sett niður í 40 km um tíman, og tá so er, so verður dømt strangari. Og tað merkist, tí tá fært tú longu klipp í koyrikortið, tá tú koyrir 15 km um tíman skjótari enn loyvt er. Har fingu tveir bilførarar klipp í koyrikortið fyri at koyra ávikavst 62 km um tíman og 59 km um tíman. Tveir aðrir bilførarar fingu treytaða frádøming av koyrikortinum fyri at koyra 65 og 66 km um tíman.