100 ára dagurí Vestmanna

Eini 150 fólk vitjaðu í bygdarhúsinum og heilsaðu uppá 100 ára gamla Jógvan A. Hansen leygardagin. Borðreitt varð við kaffi og køkum og landsstýrismaðurin í almannamálum helt røðu fyri føðingardagsbarninum

Tað var ein hendingaríkur dagur í Vestmanna leygardagin, familjan hjá Jógvan A.Hansen og bygdarfólkið heiðraðu hann á 100 ára føðingardegnum.

Dagurin byrjaði við at familjan á middegi fóru á la Carreta at eta døgurða.

Aftan á lítlan hvíldarsteðg gekk leiðin niðan í bygdarhúsið kl. 15, har Jógvan A. Hansen var heiðursgestur.

Helena Dam á Neystabø, landsstýrismaður, umboðaði Landsstýrið. Hon helt røðu fyri føðingardagsbarninum, og hon hevði til stuttleika hevði funnið fram tvey eintøk av Dimmalætting, sum komu út 15. og 22. oktober 1898, fyri at vita, hvat bløðini skrivaðu hesar dagar áðrenn og aftaná at Jógvan varð borin í heim.

Jú, har stóð m.a. at haldaragjaldið fyri Dimmalætting var fýra krónur árliga, og at danska drotningin varð jarðað í Roskilde. Eisini stóð at lesa um eitt lógaruppskot um landbúnaðarviðurskifti í Føroyum.

Eisini varð skrivað um Jóannes bónda, sum arbeiddi fyri at stovna landbúnaðarskúla í Føroyum, og um at lærarastarv varð lýst leyst við fýrin á Borðuni í Nólsoy. Árslønin var 250 krónur.

Til minnis um 100 ára føðingardagin, handaði Helena Dam á Neystabø Jógvan Hansen hesi bæði avritini av Dimmalætting.

Helena Dam á Neystabø helt fram, og nevndi m.a. hvussu nógv var hent hesi 100 árini Jógvan A.Hansen hevur livað.­ Tað er ikki smávegis. At hugsa sær, at tygum hava livað tygara ungdóm millum fólk, sum livdu áðrenn og samstundis sum einahandilin varð avtikin.

­ Tygum hava verið partur av teirri risastóru broyting, ið hendi í føroyska samfelagnum, frá bóndasamfelag til fiskivinnusamfelag. Tygum hava upplivað og verið partur av allari politisku søgu okkara, frá tí at tjóðskaparrørslan førdi til, at politiskir flokkar vóru stovnaðir, og seinni klovnaðu og fóru í tvíningar. Tygum hava upplivað bæði kríggini og siglt vandasjógv, eins og tygum hava upplivað spennandi tíðarskeiðið eftir seinna heimsbardaga við fólkaatkvøðu um loysing og heimastýrislóg, segði landsstýrismaðurin.

Víðari segði Helena Dam á Neystbø, at Jógvan er partur av eini tíð og eini mentan, sum er søga í dag. Hesi gomlu bera við sær eitt søguligt ríkidømi, sum ikki kemur aftur. Tað farandi ættarliðið hevur livað í eini tíð, har lagnan - mangan undir trongum korum - aldi fram eiginleikar, ið bóru uppi.

Heðin Brú, sáli, hevur í yrking sínari »Fedranna Tala» lýst á ein einastandandi hátt, virðini ið verða borin frá ættarliði til ættarlið. Hann tekur samanum í niðurlagnum:

»Gott er at kenna hitan frá hondum ið sleptu».

Tann persónligi gudsóttin gav ein lívsvísdóm, sum kunningarsamfelagið í dag saknar. Tað var ikki nøgdin av vitan ið taldi, men júst dýptin, sum gav styrki, segði Helena Dam á Neystabø, sum at enda heilsaði frá Anfinn Kallsberg, løgmanni, sum ikki hevði møguleikar at koma til Vestmanna henda dagin.

Hon ynskti Jógvan Hansen hjartaliga tilllukkku á 100 ára føðingardegnum við ynski um Harrans signing yvir lívskvøld hansara.

Hóast móttøkan í bygdarhúsinum eftir ætlan skuldi enda kl. 18, so nærkaðist klokkan 19, áðrenn føðingardagsbarnið aftur var við hús, eftir ein hendingaríkan dag.