Nógv stákan hevur verið úti í Svínoy upp undir 100 ára føðingardagin hjá Mallu Jacobsen.
Kommunan hevur givið bygdafelagnum eitt planerað øki til tjaldið, sum er sett upp í samband við henda merkisdag hjá Mallu og svínoyingum.
Matgjørt verður í dansistovuni, har 4 komfýrar, 3 gassbluss og ein gassgrýta eru sett upp. Jákup Ziskason ger matin og kemur úr Klaksvík við 10 serveringsdamum.
Eisini er skipað fyri eyka ferðum, bæði úr Hvannasundi og Tórshavn. Umframt, at Másin siglir eftir ferðaætlanini, siglir Ritan av Havnini kl. 7.30. Síðani fer Ritan á Hvannasund, haðani hon siglir útaftur til Svínoyar á middegi.
Til døgurðan, sum verður klokkan tvey seinnapartin í dag, er borðreitt fyri 320 gestum. Jóannes Hansen, sonur Karsten Hansen, sum var ættaður úr Svínoy, skipar fyri; hann verður konferen?cier, sum vit so fínt kalla tað. Jóannes kenna vit best frá valsendingunum hjá SvF.
Hetta er fyrstu ferð, at ein 100 ára føðingardagur er eystan Múlan.