- Eg havi ein stóran trupulleika um summarið. Tá skal ein ganga í t-skjúrtu, og tá er ikki so lætt at krógva sárini.
- Tað er ikki tí at eg vil lúgva, men tað er bara eitt sindur trupult at standa har og siga: Eg skar meg sjálva. Tað eru ikki mong, sum kenna henda trupulleikan. Men hvat í víðu verð skal ein siga?!
Soleiðis greiðir ein ung donsk genta frá sínum trupulleika við at skera seg sjálva, kanska sum eitt róp um hjálp vegna innvortis pínu. Hagtølini vísa nevniliga, at omanfyri 10 % av donskum ungdómi hevur skatt seg á henda hátt.
Kenna fleiri
Sagt verður, at 4,6% av dreingjunum hava skatt seg minst eina ferð, meðan 17% av gentunum í tannárunum hava roynt hetta sama. Nevnast kann, at 6,4% av donskum gentum millum 13 og 19 ár hava skatt seg fleiri ferðir.
Hesi hagtølini benda á, at sannlíkindi eru fyri at tað er minst ein genta í hvørjum flokki, sum sker seg sjálva.
Hvussu stór tølini eru í Føroyum veit neyvan nakar, men í gjár fekst kortini ein ábending um hetta, tá danski Psykiatri-bussurin vitjaði Studentaskúlan í Hoydølum.
Í tí eina flokkinum, sum var til undirvísing umborð, vistu nærum øll um onkran í teirra umhvørvi sum hevði roynt at skera seg í kroppin.
Tí var tað helst í tøkum tíma at føroyski skúlaungdómurin gjørdist varur við henda trupulleikan bæði hvat hetta er fyri eitt fyribrigdi, og hvussu ein kann fyribyrgja ella hjálpa tí, sum sker seg sjálvan.