Nes kommuna hevur gjørt av at lækka grundstykkjaprísin á nýggju útstykkingini við Lýðarsveg á Toftum við 100.000 krónum.
Hetta hendi á bygdaráðsfundi í Nes kommunu mánakvøldið. Soleiðis fer prísurin á nevndu grundstykkum úr 297.500 krónum og niður í 197.500 krónur.
Tey 24 grundstykkini, sum eru í miðal 650 fermetrar til støddar, vórðu liðug í 2008 og eru næstan byggibúgvin. Higartil eru bert tvey grundstykki seld. Tey bæði seldu grundstykkini fáa sama avsláttur.
- Tað vísti seg, at eftirspurningurin eftir grundstykkjum í Nes kommunu - eins og í restini av Føroyum - minkaði burtur í einki í 2008. Men, í eini roynd í at fáa gongd á søluna hevur bygdarráðið í Nes kommunu tikið avgerð um at lækka prísin, sigur Nes kommuna.
Lagt verður aftrat, at byggibúnu grundstykkini á Lýðarsvegi binda nógvan pening hjá kommununi. Tað hevur tí stóran týdning, at grundstykkini verða seld soleiðis, at kommunan fær nakað av pengunum fyri grundstykkini aftur.
Tað er sjálvandi eisini av áhuga Nes kommunu, at kommunan fær fleiri íbúgvar, sum kunnu verða við til at hækka um skattainntøkugrundarlagið.
Útsýnið av Lýðarsveg er frálíkt. Hetta er eitt náttúruvakurt øki, og her verður tað neyvan nakrantíð soleiðis, at nakar kemur at byggja uppfyri ein annan.