103 persónar hava fingið minni 12.000 kr úr barsilsskipanini

Í 2022 fingu 103 persónar minni enn 12.000 krónur um mánaðin úr Barsilsskipanini

Tað sigur Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinna, í svari til Henrik Old, løgtingsmann, sum setti henni ein grein 52a fyrispurning um málið.

 

Henrik Old spurdi soleiðis:

 

1. Hvussu nógvir persónar hava fingið útgjald frá barsilsskipanini, sum er minni enn 12.000 kr. um mánaðin skift á árini 2020, 2021, 2022 og 2023?

 

2. Hvussu nógvir persónar hava fingið barsilsútgjald, sum er minni enn 15.000 kr. skift á árini 2020, 2021, 2022 og 2023?

 

Landsstýriskvinnan hevur í svarinum sett tølini upp í talvuna niðanfyri. Á niðastu reglu stendur, hvussu nógvir persónar tilsamans vóru í skipanini viðkomandi ár.

 

Endurgjald til arbeiðsgevarar, ið rinda løn undir barsilsfarloyvinum, er ikki við í tølunum.

 

 

 

 
 

2019

 
 

2020

 
 

2021

 
 

2022

 
 

Tal á persónum við útgjaldi lægri enn 12.000 kr/mðr

 
 

142

 
 

116

 
 

109

 
 

103

 
 

Tal á persónum við útgjaldi lægri enn 15.000 kr/mðr

 
 

215

 
 

163

 
 

157

 
 

158

 
 

Persónar í alt í barsilsskipanini

 
 

961

 
 

925

 
 

977

 
 

987