Tað royndist optimalt hjá KÍ í teimum trimum dystunum mót B36 í Betrideildini hjá monnum hetta kappingarárið.
KÍ vann allar tríggjar dystirnar. Liðini møttust eisini í fjórðingsfinaluni í kappingini um løgmanssteypið, og har var KÍ sigrandi aftaná brotssparkskapping.
Sostatt var samlaða úrtøkan í teimum trimum innanhýsis dystunum í Betrideildini níggju stig til KÍ, og einki stig til B36.
Samlaða málúrtøkan í teimum trimum dystunum gjørdist 8-2 til KÍ.
B36 gjørdi sjálvmál bæði í fyrsta og í øðrum dystinum móti KÍ.
B36 – KÍ 0-3 (0-1) - 18. august
0-1: Hallur Hansson 17.
0-2: Páll A. Klettskarð 54.
0-3: Àrni Frederiksberg 84.
KÍ-B36 2-1 (1-0) - 22. juni
1-0 sjálvmál 29.
2-0 Deni Pavlovic 77.
2-1 Djóni Sivertsen 90.+
B36-KÍ 1-3 (1-3) - 16. mars
0-1 sjálvmál 9.
1-1 Bogi Reinert-Petersen 13.
1-2 Páll A. Klettskarð 23.
1-3 Patrik Johannesen 41.
Kelda: FaroeSoccer