1071 nýggir tilburðir í Italia

Seinasta mánaðin er talið av korona-smittaðum í Italia aftur vaksið so líðandi.

 

Fyri fyrstu ferð síðan í mai eru staðfestir fleiri enn 1000 nýggir smittutilburðir í Italia í eitt samdøgur. Í dag vátta myndugleikarnir í landinum, at talið av korona-smittaðum seinasta samdøgnið var 1071.

Tað er Reuters, sum ber hesi tíðindi.

Italia hevur verið eitt av harðast raktu londum í Evropa, og hildið hevur verið, at landið var við at fáa støðuna undir eftirlit, eftir at talið av smittaðum og deyðum setti met í apríl og mars.

Seinasta mánaðin hevur Italia aftur havt ein javnan vøkstur í smittutilburðum, og tað vísir seg eisini í Italia, at orsøkin er sosialar samverur í samband við frítíð og náttarlív.

Í Italia skulu tey heilt aftur til mai fyri at finna eitt størri smittutal enn seinasta samdøgur. Hin 12. mai hevði landið nevniliga 1402 nýggjar smittutilburðir.