11 føroysk mál vóru skotin í týsku steypakappingini í kvøld

THW Kiel vann seg víðari í kappingini, meðan Hannover-Burgdorf reyk út aftaná longda leiktíð

Tvey føroyingalið vóru í leiki í týsku steypakappingini í kvøld, har áttandapartsfinalur vóru á skránni.

 

Elias Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir í THW Kiel vunnu seg í fjórðingsfinalurnar við 41-36 (21-17) sigri á HBW Balingen-Weilstetten á útivølli.

 

Elias var saman við Harald Reinkind toppskjútti hjá Kiel í kvøld. Teir skutu sjey mál hvør. Elias legði eisini upp til trý mál (assist).

 

Vilhelm Poulsen og liðfelagarnir í Hannover-Burgdorf leiktu tvær ferðir longda leiktíð áðrenn teir á útivølli máttu lúta fyri Bergischer HC. Aftaná vanliga leiktíð stóð á jøvnum 28-28. Aftaná fyrru longdu leiktíðina stóð á jøvnum 33-33. Í seinnu longdu leiktíðini var Bergischer omaná, og kundi aftaná 80 leiktar minuttir stórfegnast um ein 40-38 sigur.

 

Vilhelm skoraði fýra mál, og hann legði eisini upp til eitt mál.

 

Í annaðkvøld klokkan 18 skulu Hákun West av Teigum og liðfelagarnir í Füchse Berlin royna at vinna seg í fjórðingsfinalurnar. Eisenach kemur á vitjan í Max Schmelling høllini, har heimaliðið hevur eina stóra favorittstøðu.