VIDEO: Soleiðis tapti Hannover-Burgdorf aftaná 2 x longda leiktíð

(Video) Her er er ein samandráttur frá dystinum Bergischer HC-Hannover Burgdorf 40-28 (28-28)

Vilhelm Poulsen og liðfelagarnir í Hannover-Burgdorf máttu lúta aftaná tvær ferðir longda leiktíð

Vilhelm Poulsen og liðfelagarnir í Hannover-Burgdorf leiktu tvær ferðir longda leiktíð áðrenn teir á útivølli máttu lúta fyri Bergischer HC í áttandapartsfinaluni í týsku steypakappingini.

 

Aftaná vanliga leiktíð stóð á jøvnum 28-28. Aftaná fyrru longdu leiktíðina stóð á jøvnum 33-33. Tá var Hannover á odda 33-31, men megnaði ikki at binda fyri. Í seinnu longdu leiktíðini var Bergischer omaná, og kundi aftaná 80 leiktar minuttir stórfegnast um ein 40-38 sigur.

 

Vilhelm skoraði fýra mál upp á níggju málroyndir, og hann legði eisini upp til eitt mál.

 

HER ber til at síggja ein samandrátt frá DYN Handball frá drúgva og málríka dystinum. Vilhelm sæst skjóta nøkur góð mál í hesum brotinum, og sæst eisini brenna onkran málmøguleika:

 

##med2##

 

 

 

Vilhelm Poulsen og liðfelagarnir í Hannover-Burgdorf máttu lúta aftaná tvær ferðir longda leiktíð