11 fólk deyð í gassspreinging í Kina

Í minsta lagi 11 fólk eru deyð og 37 fingu skaða í eini spreinging á einum marknaði í Kina í morgun

Ein gassspreinging hevur kravt í minsta lagi 11 mannalív í Kina í morgun.

 

Harumframt hava 37 onnur fingið álvarsligan skaða í sambandi við spreinginginia, sum hendi nærindis einum marknaði í býnum Shiyan í Hubei-landspartinum klokkan 6:30 í morgun lokala tíð.

 

Tað upplýsir ríkissjónvarpið CCTV.

 

Upptøkur á staðnum vísa sambært miðlinum South China Morning Post, at marknaðurin er í knúsi. Næstan allir rútar og hurðar í einum húsum í tveimum hæddum eru brotin, og múrsteinsbrot liggja á vegnum.

 

Bjargingarfólk eru á staðnum fyri at bjarga fólki út, og fleiri fólk á staðnum hava sambært miðlum eftir áheitan latið blóð til tey særdu.

 

Tilsamans 144 fólk hava havt tørv á viðgerð á sjúkrahúsi av spreingingini.

 

Myndugleikar á staðnum eru við at kanna, hvør orsøkin var til spreingingina. Fyribilsúrslit benda á, at talan var um ein leka, sum var orsøkin.

 

/ritzau/