Fríggjadagin hevði løgreglan í Havn eitt átak ímóti ólógligum knallertum. Løgreglan tók 11 knallertir, sum á ein ella annan hátt vóru ólógligar.
Vakthavandi sigur, at fleiri eru ov ung til at koyra knallert. Í summum førum eru tað foreldrini, sum hava keypt børnunum eina knallert, men av tí at tey eru ov ung, stendur knallertin í navninum hjá foreldrunum. Í slíkum førum fáa foreldrini eina bót fyri at hava latið eina knallert til ein, sum er undir aldurmarkinum.
Hetta við at fara út atkanna knallertir, er nakað, sum løgreglan ger við jøvnum millumbilum.
? Vit vita, at knallertir verða tað, sum vit kalla, konstruktivt broyttar, og tá eru tær ólógligar og verða tiknar frá føraranum ella eigaranum, sigur vakthavandi á løgreglustøðini.