Tey fella sum flugur. Rækjuskipini. Herfyri var Høgifossur lagdur og nú stendur rækjuskipið av Oyri, Kappin, fyri tørni.
Høgur oljuprísur og lágur rækjuprísur gjørdist ov tungur burður hjá felagnum P/F 14. juli 2004 av Oyri, sum eigur Kappan. Skipið er nú lagt og sett til sølu. Felagið hevur eisini boðað teimum 11 monnunum umborð, at teir eru uppsagdir.
Hans Jákup D. Johansen er reiðari á Kappanum og hann greiðir frá, at tað snøgt sagt ikki loysir seg hjá skipinum at vera til fiskiskap, og tískil er báturin lagdur.
-Bara fyri einum ári síðan kostaði tað okkum 800.000 krónur at bunkra, og nú kostar tað 1,8 mió. krónur. Prísurin fyri ídnaðarrækjur er eisini lágur, so útlitini fyri at fáa skipið at bera seg eru rættiliga døpur. Vit tóku tí ta støðu í farnu viku at leggja bátin, sigur hann
Tað er ikki meir enn eitt ár síðan, at felagið P/F 14.juli 2004 á Oyri keypti Kappan frá P/F O.C. Trol á Oyri fyri 11 mio. krónur. Fremsta orsøkin til, at rækjuskipið varð keypt var at tryggja rækjuvirkinum á Oyri ráðvøru.
Reiðarin á Kappanum sigur, at felagið ikki hevur sett nakran søluprís, men ásannar, at marknaðarprísurin ikki er høgur í løtuni.
-Sjálvssagt vóna vit at fáa tað sama fyri hann, sum vit keyptu hann fyri. Kortini eru útlitini fyri at fáa eitt rækjuskip at bera seg døpur, og hetta ávirkar sjálvsagt marknaðarprísin, sigur Hans Jákup D. Johansen.
Ávirkar virkið
Fyri nøkrum vikum síðan fór rækjuskipið í Sandavági, Høgiføssur í gjaldssteðg og varð lagdur. Bæði Høgifossur og Kappin hava verið týdningarmiklir ráðvøruveitarar hjá rækjuvirkinum á Oyri.
Reiðarin á Kappanum, Hans Jákup D. Johansen er eisini stjóri á rækjuvirkinum á Oyri, og spurdur, hvør avleiðingin er fyri virkið, at tvey skip eru løgd, svarar hann:
-Sjálvandi ávirkar tað okkum, at tveir av okkara ráðvøruveiturum eru lagdir. Kappin hevur vanliga fiskað 2000 tons av rækjum árliga, so tað merkist sjálvsagt. Í løtuni mugu vit rinda 20 % í tolli fyri at keypa rækjur úr Íslandi, Grønlandi og Kanada, og tað ger, vit hava ógvuliga torført við at vera kappingarførir. Baltiskar rækjur eru hinvegin tollfríar, og tí fara vit at leggja okkum eftir at keypa baltiskar rækjur til virkingar, vísir stjórin á.
Hans Jákup D. Johansen sigur seg vóna, at kummuleringsavtalan hjá ES fæst í lag sum skjótast. Hetta vil geva virkinum á Oyri møguleika at innflyta norskar og íslendskar rækjur tollfrítt, og hetta vil betra munandi um møguleikarnar hjá virkinum á Oyri at fáa ráðvøru.
3 bátar eftir
Rækjuflotin hjá Føroyum er veruliga tódnaður seinastu árini . Eftir at Kappin og Høgifossur eru lagdir eru bert Sólborg, South Island og Napoleon eftir í føroyska rækjuflotanum.
Fyri fáum árum síðan varð Hvilvtenni seldur til Íslands, meðan Arctic Viking og Fullberg eru ávikavist flaggaðir út til Litava og Grønlands. Rækjuskipið Sundaberg fiskar ikki rækjur í løtuni, men roynir eftir gullaksi.
Fakta: Kappin
Bygdur á Brooke Marine Ltd í Onglandi 1971
Útgerðarmaður: Hans Jákup Drangastein Johansen
P/F 14. juli 2004 á Oyri keypir Kappan frá P/F O.C. Trol fyri 11. mió. krónur 19. juli 2004
Fyrrverandi nøvn:
Kappin, 2003 (FD 1182-Oyri)
Kappin, 1999 (TN 124-Tórshavn)
Olympic Prawn, 1995
.