110 ára konsert

Leygardagin hevur Havnar Hornorkestur serliga jubileumskonsert í sambandi við, at orkestrið hátíðarheldur sín 110 ár. Trý føroysk upprunaverk vera frumframførd. Olaf Ellingsgaard, Andras S. Olsen og Regin Winther Poulsen, sum allir spæla í orkestrinum, hava skrivað verkini.

Havnar Hornorkestur jubileumskonsert.


Norðurlandahúsið í Havn

Leygardagin 9/2 kl. 16.00