Marius Borg Høiby kann fáa upp til tíggju ára fongsulsrevsing, eftir at hann er skuldsettur fyri millum annað fýra neyðtøkur av kvinnum.
Sonur norsku krúnprinsessuna, Marius Borg Høiby, er ákærdur fyri nógvar ymiskar ákærur, millum annað fyri fýra neyðtøkur.
Tað segði norski ákærin á tíðindafundi seinnapartin.
Tilsamans er Høiby ákærdur fyri 32 ákærur, sum umframt neyðtøkurnar fevna um misnýtslu í tøttum sambondum og fleiri harðskapsgerðir, skrivar norski miðilin NRK. Tað eru sjey kvinnur, sum hava verið fyri órætti.
28 ára gamli Høiby er sonur norsku krúnprinsessuna, Mette-Marit.
Ákærin Sturla Henriksbø kallar tað eitt mál við "stórum álvarsemi", tí brotini á lógina, sum Høiby er skuldsettur fyri, kunnu "leggja varandi spor eftir seg og oyðileggja lív".
- At Marius Borg Høiby er partur av kongsfamiljuni, skal sjálvandi ikki merkja, at hann verður viðfarin linari ella strangari, enn um líknandi gerðir høvdu verið framdar av øðrum, sigur hann.
Sambært Henriksbø er "ovara revsingin" tíggju ár.
Tær fýra neyðtøkurnar, sum ákæruvaldið heldur seg kunna prógva, vóru sambært ríkisadvokatinum framdar móti fýra ymiskum kvinnum og verða nevndar sovandi neyðtøkur. Tann fyrsta í 2018, ein í 2023 og tvær í 2024, skrivar NTB.
Har eru filmar og myndir av øllum hendingunum, siga ákæruvaldið.
Í øllum førum hevði Høiby fyrst havt samlegu við kvinnunum, áðrenn hann sambært løgregluni misnýtti tær, meðan tær sóvu. Tað boðar NRK frá.
Høiby er eisini skuldsettur fyri misnýtslu í húskinum móti einum fyrrverandi maka. Samstundis er hann skuldsettur fyri fleiri harðskapsgerðir, friðarbrot, vandalismu og brot á tilhald móti einum øðrum fyrrverandi partnara.
Aftur í juni segði verjin, Ellen Holager Andenæs, at Høiby noktaði seg sekan í tí, sum tá vóru ákærur um trý neyðtøkuákærur.
Ákærurnar fevna eisini um deyðshóttanir og brot á norskar ferðslulógir.
Høiby er ikki formliga partur av norsku kongsfamiljuni. Hetta kemst av, at hann er føddur áðrenn Mette-Marit giftist Haakon krúnprinsi, sum heldur ikki er pápi Høiby.
Málini móti Høiby byrjaðu 4. august í fjør, tá hann varð handtikin og skuldsettur fyri at hava gjørt seg inn á táverandi unnustu sína og vandalismu. Síðani tá eru tey vaksin munandi í umfangi.
Enn er eingin dagur ásettur fyri rættarmálið. Sturla Henriksbø sigur, at "signal" frá rættinum og verjanum benda á, at eitt mál kann byrja hálvan januar næsta ár.
Í fráboðan til norskar miðlar skrivar norska kongshúsið um málið:
– Tað er upp til dómstólarnar at viðgera hetta málið og taka avgerð. Vit hava einki meira at leggja afturat enn hetta.
/Ritzau/