AFS
Eydna Skaale
eydna@sosialurin.fo
? Vit hava alstórar trupulleikar at finna familjur til allar næmingarnar. Tað er forferdiliga spell, serliga tí at talið av føroysku næmingunum, sum fara avstað er so stórt. Í ár fara umleið 20 føroyingar avstað, men bert 1 familja hevur teknað seg sum vertsfamilju. So her javnvigar ikki heilt, sigur Elisabeth Holm, sum júst hevur havt ein næming búgvandi sjálv. Hon sigur at føroyska AFS deildin bert er ein lokaldeild hjá danska AFS felagskapinum, og at sami trupulleiki er í Danmark. ? Vit plaga at seta okkum fyri at fáa 4 næmingar til Føroyar, men í ár kunnu vit so bara taka ein, og tað er stórt spell, tí onkur er, sum hevur ynski um at sleppa til Føroyar. Tað letur seg bara ikki gera, harmast hon.
Lítil og eingi krøv
? Eg veit ikki um fólk halda seg hava so lítið at bjóða, at tey ikki tora at tekna seg sum vertsfamiljur. Ella at tey eru bangin fyri at skula verða barnagentur fyri hesum nýggja næminginum. Men tað er einki at vera bangin fyri, sigur hon. Elisabeth greiðir frá, at tað ikki er meiningin at broyta gerandisdagin. ? Næmingarnir skulu behandlast sum um tey eru partur av familjuni, og tey skulu glíða inn í tann gerandisdagin, sum familjan hevur. Tað ger einki, um familjan hevur fullan arbeiðsdag ella eitt aktivt frítíðarlív. Eingi krøv verða sett um aldur, børn ella húsastødd. Tað nýtist ikki vera ein sonevnd kjarnufamlja við mammu, pápa, fýra børnum og hundi. Tað einasta vit krevja er, at familjan er samd um at taka næmingin til sín, sum ein part av familjuni. Tey skulu vera útatvend og opin fyri nýggjum sjónarmiðum. Tey skulu hava ein áhuga at læra um og læra av hesum nýggja næminginum. Og so skulu tey duga at vísa umsorgan, eisini í fyrstuni, tá tað kanska er eitt sindur torført at tillaga seg hvønn annan. Næmingarnir skulu hava júst somu kor, sum hini børnini í familjuni, greiðir Elisabeth frá.
? At vera vertsfamilja er sjálvboðið og ólønt. Tað kemur sjálvandi at kosta eitt sindur meiri at halda hús, tí ein persónur kemur afturat. Men kost og logi eru tað einasta, sum vit krevja at vertsfamiljan skal lata. Elisabeth heldur, at tað eru ógvuliga avmarkaðar peningaligar útreiðslur sum familjan fær afturat.
? Næmingarnir hava egnar lummapengar, og tú ert ikki forpligtaður til at rinda nakað fyri tey. Harafturímóti mást tú vera klárur at geva nógv av tær sjálvum. Tú ert noyddur at fáa næmingin at kenna seg tryggan og vælkomnan. Men tað við at geva gongur báðar vegir, tí tú fært so ómetaliga nógv aftur eisini. Tú verður góður við næmingin, og hann kann ofta læra teg nógv. Tú fært ein son ella eina dóttur, úr einum heilt øðrum landi, fyri lívið. Tey síggja tingin uppá ein heilt annan máta, og tað gevur ofta gerandisdegnum meira lit.
? Tað er eisini sera stuttligt fyri skúlarnar at hava fremmandan íblástur í eitt ár, heldur Elisabeth.
Trygdarnet
Elisabeth sigur, at tá ein familja teknar seg, kemur ein nevnd út at tosa við familjuna. Familjan greiðir so frá um seg sjálvan. Um gerandisdagin, frítíðarítriv, áhugamál o.s.fr. Síðani verður leitað eftir tí næmingi, sum hóskar best til júst ta lýsingina. Nógv arbeiði verður lagt í at fáa familju og næming at passa so væl saman sum gjørligt. Elisabeth leggur tó dent á, at um so skuldi verið at tað als ikki riggar, tá næmingurin er komin, so hava tey eitt trygdarnet. ? Næmingurin hevur ein kontaktpersón, sum allatíðina fylgir við hvussu tað gongur. Um tað ikki gongur, verður alt gjørt fyri at finna eina nýggja familju, ella verður næmingurin sendur heimaftur. Eingin familja kemur at hanga uppá ein næming, sum tey ikki vilja hava, sigur hon. ? Men, leggur hon afturat, ? í allar, allar flestu førum eru tað fitt ungfólk, sum veruliga eru motiverað uppá at hóska inn og fáa eitt gott uppihald. Tey gera alt tey eru ment, fyri at fáa tað at glíða so væl sum gjørligt.
Ætlanin við AFS er, at næmingarnir skulu uppliva gerandisdagin í vertslandinum. Tískil er alneyðugt at næmingarnir eisini fáa sær sín egna gerandisdag.
? Næmingarnir ganga í skúla, teir flestu í studentaskúla, men summir eisini í 10. flokki. Teir fáa vinir og hava frítíðarítriv, júst sum allir føroyskir tannáringar. Teir skulu vera sum ein partur av familjuni, og tí er ikki neyðugt at fyrireika seg so væl ella at hugsa um at fyriskipa alt møguligt. Tey eru ung og finna sjálvi útav tí. Men man má vera góður við tey og hava áhuga í teirra dagliga lívið. Júst sum tú ger -ella hevði gjørt, við tíni egnu børn, sigur Elisabeth. ? Tey, ið hugsa, at tey nú kunnu fáa eina reingerðingshjálp ella eina barnagentu fara tó stórliga skeiv, tí tað er ikki endamálið, sigur hon.
?Skiftisnæmingarnir skulu taka eina hond við í dagliga húsarhaldinum, júst sum øll hini í familjuni. Men teir eru ikki au-pair.
Er nakað hjartarúm?
AFS hevur í eitt heilt ár havt lýsingar í gulu síðunum, har tey hava lýst eftir familjum. Eyðkendu lýsingarnar, ið siga: "har hjártarúm er, er eisini húsrúm", hava tó ikki givið ætlaða úrslitið. Tí higartil hevur bert ein familja teknað seg. Elisabeth vónar tó, at hetta rópið um hjálp fer at fáa føroyingar at umhugsa at taka ein skiftisnæming.
? Næmingarnir koma sum sagt um tríggjar vikur, og 113 av teimum hava ongastaðni at vera. Vónandi er onkur familja í Føroyum, sum hevur hug at lata hurðarnar og hjartað upp fyri einum av teimum. Um so er, so hava vit profilar av øllum næmingunum, har til ber at síggja hvørji áhugamál næmingarnir hava, hvønn gerandisdag teir eru vanir við o.s.fr. Báðir partar verða væl kunnaðir um hvønn annan, so man veit nøkulunda hvat man kann vænta sær. Og vit fylgja allatíðina væl við, so fólk verða ongantíð slept uppá fjall, sigur Elisabeth at enda.
Um onkur er, sum ivast í onkrum, eru tey vælkomin at heita á Elisabeth Holm, formann fyri føroyadeildini hjá AFS, ella at leita sær inn á www.afs.dk, har meiri kann lesast um felagskapin.