Eitt slíkt tollstríð fremur ikki samhandilin millum londini í heiminum, og gagnar soleiðis ikki Føroyum, tí vit innflyta tað mesta av tí, sum vit nýta, og útflyta tað mesta av tí, sum vit framleiða.
Ein góður fjórðingur av føroyska laksinum varð útfluttur til USA í 2024, og av øllum føroyska vøruútflutninginum varð 15% útflutt til USA. Føroyskur vørur, sum verða útfluttar til USA, eru nú álagdar ein toll á 10%. Tollurin var 0% frammanundan.
Føroysku fyritøkurnar kunnu harafturat verða óbeinleiðis raktar av lægri eftirspurningi úr USA, tí tollurin minkar um keypiorkuna hjá amerikansku brúkarunum.
Somuleiðis kunnu føroyskar fyritøkur, ið útflyta til ES, verða raktar av lægri eftirspurningi, um amerikanski tollurin á evropeiskar vørur ávirkar evropeiska búskapin og harvið keypiorkuna hjá brúkarunum í Evropa. Nærum helminguin av føroyska vøruútflutninginum fór til ES í 2024. Ein stórur partur av botnfiskavørunum fóru til ES í 2024, og umleið helvtin av útflutta laksinum.
Ein tollur á okkara útflutningsvørur og hvussu búskaparliga gongdin annars er á okkara útflutningsmarknaðum, kann hava stóra ávirkan á smáar búskapir sum tann føroyska, serliga tí útflutningurin fyllir nógv samanborið við BTÚ.
Les meira í frágreiðing landsbankans um fíggjarliga støðufestið fyrru hálvu 2025 her.