Tað sæst á miðalprísinum á Fiskamarknaði Føroya, tá eingin havtaska er á marknaðinum. Miðalprísurin fyri søluna í dag var 13,99. Fiskamarknaður Føroya seldi í morgun góð 115 tons á uppboðssølu fyri stívliga 1,6 miljónir krónur. Hetta gevur ein miðalprís fyri øll fiskasløgini samanlagt á slakar 14 krónur fyri kilo ? ella neyvt 13,99.
Mest var av toski, umleið 80 tons tilsamans. 34,3 tons vóru av toski 4, sum fekk miðalprísin 13,01 krónur fyri kilo. Sløk 22 tons vóru av toski 3, og her var miðalprísurin 17,56.
Besi miðalprísur á toski í dag var fyri tosk 1. Her vórðu 3,2 tons seld fyri miðalprísin 20,82.
Fiskamarknaður Føroya seldi eisini 20 tons av hýsu, mest av hýsu 2, sum fekk miðalprísin 14,52 krónur fyri kilo.
Lítil og eingin havtaska var á marknaðinum í dag, og tí fór samanlagdi miðalprísurin ikki upp um slakar 14 krónur fyri kilo.
Sløk 3 tons vóru av toskarognum og ein minni nøgd av upsarognum. Toskarogn fingu 9 krónur fyri kilo - og upsarogn 6 krónur fyri kilo.