119 fólk vórðu handtikin

Tað var ófriður bæði undan og eftir stórdystin í donskum fótbólti í gjár. FCK og Brøndby spældu avgerandi dyst í Parkini, og einki mál kom í dystinum. Tað úrslitið kundi FCK betur liva við. Ekstrablaðið skrivar, at ófriður og rok var fleiri staðni í sambandi við dystinum. Uttanfyri eitt vertshús vóru 40 viðhaldsfólk tikin, og samlagt handtók løgreglan 119 fólk í sambandi við dystin.