12 føroysk ítróttarfólk í Special Olympics World Games 2023

Í dag 12. juni fer eitt ferðalag frá Parasport á flog, og liggur leiðin til Berlin at luttaka í heimsins størsta inklusiva ítróttartiltaki, Special Olympics World Games Berlin 2023

 

Umleið 7000 ítróttarfólk frá 190 londum skulu kappast í 26 ítróttargreinum hesar 9 dagarnar sum leikirnir vara.

Special Olympics World Games er ikki einans ein ítróttarkapping, men eisini ein stevna ið gevur fólki við menningartarni innlit í mentan og livihátt hjá vertslandinum. Tí gongur leiðin fyrst til Wilhelmsdorf í suðurtýsklandi, har ferðalagið skal verða tveir dagar og uppliva býin og umráðið kring Wilhelmsdorf.

Hósdagin 15. Juni gongur leiðin til Berlin har leikirnir verða hildnir.

 

Tey 12 Special Olympics ítróttarfólkini ið skulu luttaka í 6 ítróttargeinum, umboðandi Føroyar eru:

Svimjing: Hóri Hemmingson og Jórun Mai Smith.

Frælsur: ítróttur, Meiken Olsen

Boccia: Eli Olsen og Martha Hansen

Borðtennis: Tummas Wilhelm og Unn Mortensen

Bowling: Alexander Mittún Darvishi og Durita Strøm

Fimleikur: Jenny Thomsen, Súsanna Johannesen og Eyð Patursson

 

Øll hava tey vant miðvíst fram til leikirnar.

 

Leikirnir byrja við einum braki av setan 17. juni.

Kappingarnar verða 18.-24. juni, og kemur ferðalagið heimaftur til Føroyar 26. juni.

 

 

Parasport Føroyar