12 hava tryggjað sær atgongumerkini

Síðsta umfar í EM undankappingini verður á skránni mikudagin, tá ið Føroyar fara at spæla í Italia. Eftir næstsíðsta umfarið í gjár hava tólt tjóðir tryggjað sær rættin at luttaka í endaspælinum, sum í juni verður í Eystrríki og Sveis.

Tær tjóðir, sum longu vita, at tær í summar skulu luttaka í EM endaspælinum, eru Pólland (A), Italia og Frakland (B), Grikkaland (C), Tjekkia og Týskland (D), Kroatia (E), Spania (F), Rumenia og Holland (G) og vertstjóðirnar Eysturríki og Sveis.

Í bólki A er Portugal stórfavorittur at tryggja sær seinna plássið. Portugisar spæla seg í endaspælið, um teir mikudagin røkka í minsta lagi javnleiki ímóti Finlandi. Um Finland vinnur, so fara finnar fyri fyrstu ferð nakrantíð at vinna sær sess í endaspælinum. Serbia hevur eisini ein litlan møguleika, men tað liggur til høgra beinið hjá Portugal.

Í bólki C stríðist Noreg við Turkaland. Norski møguleikin minkaði nógv við 2-1 heimatapinum ímóti Turkalandi ígjár. Um Turkaland mikudagin vinnur á heimavølli ímóti Bosnia, so tryggja turkar sær pláss í endaspælinum. Um Bosnia fær stig í Turkalandi, og um Noreg samstundis vinnur ímóti Malta, so verður Noreg partur av endapælinum.

Í bólki E fekk Ongland nýggjan møguleika sjálvt at avgera sína lagnu, tá ið Russland tapti 2-1 í Ísrael. Treytin hjá Onglandi er, at tað mikukvøldið í minst lagið fæst eitt stig burturúr á heimavølli ímóti Kroatia. Um Kroatia vinnur, og um Russland fær fulla úrtøku ímóti Andorra, so verður tað Russland, sum verður partur av endaspendapælinum.

Í bólki E fekk Ongland nýggjan møguleika sjálvt at avgera sína lagnu, tá ið Russland tapti 2-1 í Ísrael. Treytin hjá Onglandi er, at tað mikukvøldið í minst lagið fæst eitt stig burturúr á heimavølli ímóti Kroatia. Um Kroatia vinnur, og um Russland fær fulla úrtøku ímóti Andorra, so verður tað Russland, sum verður partur av endaspælinum.

Í bólki F bendir alt framvegis á, at Svøríki skal til EM saman við Spania. Møguleikin fyri at Svøríki skal detta niður ímillum liggur í, at Norðurírland fer at vinna í Spania, og at Svøríki samstundis einki fær burturúr ímóti Letlandi. Um so verður, so verður tað Norðurírland og ikki Svøríki, sum fær atgongumerki til EM endaspælið.

Alt bendir tó á, at Svøríki fer at vinna rættin at luttaka, og at Svøríki eftir øllum at døma verður einasta norðurlandið í endapælinum.

Lutakastið til bólkabýtið í endaspælinum verður sunnudagin 2. desember. Fyrsti dysturin í endaspælinum verður 7. juni, og finalan verður 29. juni.