12 milliónir bíða eftir eigara

Ein arbeiðsbólkur hjá Fótbóltssambandi Føroya hevur nú latið úr hondum rit um eina komandi fótbóltshøll

Fótbóltshøll

Tað er longu nakað síðani, at vit her í blaðnum skrivaðu um tær ætlanir, sum vóru um at byggja eina fótbóltshøll í Føroyum.
Stórur partur av fíggingini til slíka høll skuldi koma frá sonevnda Hat-trick grunninum hjá UEFA, men enn hevur FSF so ikki tikið lokið av hesum grunninum. Boðini hava fyrst og fremst verið, at ein greinan av tørvi, nýtslu og øðrum viðkomandi evnum skuldi gerast, áðrenn sett varð á grunnin.
Í eina tíð hevur ein arbeiðsbólkur hjá FSF so arbeitt við hesum, og nú liggur so eitt fyribils úrslit klárt. Hetta undir heitinum »Fótbóltur alt árið«, ið er ein faldari, sum er sendur føroysku fótbóltsfeløgum. Arbeiðsbólkurin var mannaður við Rúna Heinesen, Bjarka Mohr, Jens Erik Magnussen, Karl Vidtfeldt og Ísak Mikladal.

Ein høll
Tað hevur áður verið tosað um, hvørt stuðulin, sum FSF hevur at ráða yvir, skal nýtast til eina ella kanska fleiri verkætlanir.
Her er arbeiðsbólkurin komin við teirri greiðu niðurstøðu, at talan verður um eina fótbótlshøll. Stuðulin, sum talan er um, er á leið 12 mió kr., og havandi í huga kostnaðin, av eini fótbóltshøll í fullari stødd, verður hildið skilabest, at talan verður um at lata stuðulin til eina einstaka verkætlan. Mett verður, at kostnaðurin fer at liggja um einar 60 mió kr.
At talan gerst um eina so dýra høll, sammett við tær á leið 15 mió kr., sum ein bókur í Runavík hevði ætlanir um, kemst av fleiri lutum.
Fyrst og fremst hevur støddin nógv at siga. Skal talan gerast um høll í fullari stødd, verður bara hallargólvið 74X109 metrar. Hartil skal roknast ein fjarstøða, sum í minsta lagi er 5,5 metrar frá síðulinjuni, umframt at høllin skal røkka ikki færri enn 20 metrar, har hon er hægst. Við øðrum orðum vil tað siga, at talan verður um eina vídd, sum svarar til einar seks! vanligar ítróttarhøllir.
Hartil skulu ljós-, ljóð, hita og luftviðurskifti vera á einum støði, sum ger høllina hóskandi til kappingar, umframt at aðrir hentleikar sum áskoðarapláss, skiftirúm v.m. skulu vera til staðar.
Alt hetta ger, at talan samanlagt verður um eina risa stóra verkætlan, men afturfyri vónar FSF so, at talan verður um eina ætlan, sum verður føroyskum fótbólti at gagni.

Fótbóltur alt árið
Tí heitið á tilmælinum hjá arbeiðsbólkinum er ikki tikið úr leysum lofti.
Tað hevur ofta verið havt á munni, at ein hin størsta forðingin fyri eini framhaldandi menning av føroyskum fótbólti er, at spælarar gera millum lítið og einki í einar 4 mánaðir av árinum. Tað vil við øðrum orðum siga, at byrjast skal frá null, hvørja ferð farið verður undir eitt nýtt kappingarár.
Við eini fótbóltshøll, sum eisini er egnað til kappingar, verður mett, at fortreytirnar fyri at hava gongd í fótbóltinum alt árið eru munandi bøttar. Nóg mikið er tað sjálvandi ikki við einari høll. Her sigur bólkurin, at hvørt felag helst skuldi havt einar 40-60 venjingartímar um vikuna. Men ein stóran bata er talan í øllum førum um, um ætlanin gerst veruleiki.

Fýra mánaðir
Nú verður bólturin so latin teimum, sum áður hava luftað eitt ynski um, at tey vilja standa fyri eini komandi fótbóltshøll.
Tey, sum higartil hava givið mest konkretu boðini, eru kommunurnar í Sundalagnum, sum fyri einum tveimum árum síðani lótu gera faldara um eina høll har á staðnum, og so ein bólkur í Runavík, sum hevur havt tvær ætlanir um fótbóltshøll. Eina á Lambareiði og eina í Skálabotni.
Tað er tó eingin loyna, at eisini onnur hava arbeitt við líknandi ætlanum. Feløgini í Havn vóru skjót at tosa við Býráðið. Ta ferðina kom tó ikki nakað ítøkiligt burturúr, men boðini úr høvuðsstaðnum eru nú, at feløgini fara at tosa við nýggju býráðssamgonguna um hetta í komandi ári.
Eisini í Vágum hava ætlanir verið frammi um eina høll. Tær ætlanirnar vórðu tó fyribils parkeraðar, tí greiða fekst ikki á, hvørji krøv ein slík høll skuldi lúka, men tann parturin er so greiður við nýggja faldaranum.
Og so hevur eisini verið tosað um eina høll á Svangaskarði. Tann ætlanin er tó ikki meldað út alment, men í krókunum hevur ljóðað, at hetta kundi verið gjørt við at skifta grasið við graslíki, og at bygt eina høll yvir vøllin. Ein slík loysn tykist í øllum førum kunna gerast bíligari, tí áskoðarapláss, skiftirúm og aðrir hentleikar eru longu við vøllin, sum er.
Enn er tó ikki greitt, hvørjar umsóknir fara at koma inn. Fótbóltssambandið hevur boðað frá, at umsóknarfreistin til tær 12 milliónirnar er 15. apríl, og tað verður so ikki fyrr enn eftir hetta, at endaliga avgerðin verður tikin.