Í ár eru 45 ár síðan unglingadeildin hjá TB vann FM, teir vunnu allar dystirnar og skoraðu 120 mál og taptu 7 mál.
Hesir unglingar eru nú 62 og 63 ára gamlir, 3 eru farnir um sýn, Kári Niclasen, Bjørn Rasmusen og Bjarne Mortensen.
Seinasti dystur skuldi verða á Sevmýru ímóti HB, teir møttu ikki, ístaðin vóru fleiri unglingaleikarar fluttir upp á 1 deild hjá HB sum sama dag eisini leikta ímoti TB á Sevmýru.
Hettar var einastu ferð, at TB hevur vunnið unglingadeildina.
FM vinnararnar greiða frá:
– Hetta sama ár var eisini leikt í steypakappingini, her gekk tíanverri ikki so gott, málmaðurin, Hallur Vestergaard, var óheppin, og breyt tummulin. TB skuldi spæla ímóti B68 á Sevmýru, venjarin valdi at seta ein útileikara í mál, hendan dystin tapti vit 0-3
– Returdysturin á Toftum gekk betur, vit vunnu 0-2 og skoraðu til 0-3 beint áðrenn dystarlok, dómarin annuleraði málið, og dømdi fríspark til okkum. Tað vóru vit ikki nøgdir við, men dómarin hevði dømt, og vit komu tí ikki víðari í steypakappingini.
– Stuttligt er eisini at nevna, at vit unglingar spældu onkran vinardyst ímóti 1 deild hjá TB, sum eisini hetta ár vóru føroyameistarar, og tað kom meir enn so fyri at vit vunnu.
Hittust aftur
FM vinnararnir í unglingadeildini í 1980 møttust á Tvøroyri leygardagin 31.05.2025, har teir mintust teir sum farnir vóru, tosaðu um gamla dagar, eisini var góður matur og okkurt gott afturvið.
Mynd, frá vinstru: Egil Olsen, Fríði Jensen, Vilmund Michelsen, Tórður Poulsen, Jóan Petur Olgarson,
Frá høgru: Birgir Dimon, Mikkjal Poulsen, Kári Nielsen, Hans Pauli Henryson og John Danielsen
Remi Kambskarð var ikki við vegna forfall.
Jóan Petur Olgarson var fyriskipari.
##med2##