Eingin ivi er um, at tað er sera stórur tørvur á bú- og røktarplássum til eldri fólk, og bíðilistarnir eru langir. Men nú tykist okkurt at henda á hesum økinum.
Tingið hevur játtað at lata tilsamans 57 milliónir krónur í studningslánum og íløgustuðli til bústaðir til eldri fólk. Nú hevur landsstýrismaðurin við almanna- og heilsumálum, Páll á Reynatúgvu, latið stuðul til tær kommunur, sum hava søkt um stuðul.
Heimarøktin er skipað í seks økir í landinum. Av hesum seks hava bert trý øki søkt um stuðul til útbygging av eldraøkinum. Vágar, Norðurstreymoy og Norðureysturoy fáa 37 nýggj pláss, Suðurstreymoy fær 26 nýggj pláss og Suðureysturoy fær 60 nýggj pláss.
Norðoyggjar, Suðuroy og Sandoy hava ikki søkt um stuðul frá landinum til at útbyggja eldrarøktina.
8 verkætlanir
Tilsamans átta verkætlanir fáa stuðul frá landinum. Landsstýrismaðurin hevur mett um tørvin í mun til tær ymsu verkætlanirnar, og síðani latið stuðul út frá hesum metingum.
Eitt røktarheim skal byggjast í Norðurstreymoy, har pláss verður fyri 32 búfólkum, eitt ellis- og røktarheim skal byggjast í Eysturoynni, sum skal hýsa 24 fólkum og eitt ellis- og røktarheim skal byggjast í Tórshavnar kommunu, har pláss verður fyri 10 búfólkum.
Harumframt skal eitt eldrasambýli byggjast á Eiði til 5 búfólk. Eitt eldrasambýli skal byggjast í Gøtu, har pláss verður fyri 10 búfólkum, eitt eldrasambýli á Toftum, har pláss verður fyri 16 búfólkum og eitt eldrasambýli í Leirvík, sum skal hýsa 10 búfólkum. Eisini verður eitt heim fyri minnisveik bygt í Tórshavnar kommunu, har pláss verður fyri 16 búfólkum.
Eftir ætlan eru hesar verkætlanir lidnar við árslok 2005, og tá skuldu 123 nýggj røktarpláss verið tøk til teir eldru borgararnar.
Páll á Reynatúgvu hevur givið tilsøgn um at lata slakar 40 milliónir krónur í stuðli. Sostatt eru enn 18 milliónir eftir av játtanini, sum er oyramerkt til eldraøkið.
Tí verður enn eitt umfar, har kommunur kunnu søkja um íløgustuðul ella studningslán til útbygging av eldrarøktini.
Einki nýtt ellis- og røktarheim er bygt, síðan røktar- og ellisheimið á Sandoynni varð tikið í nýtslu fyri ellivu árum síðani.
Lógarbroyting
Løgtingið samtykti í mai í ár at broyta lógina um studningslán til ellis- og røktarheim. Endamálið við broytingini var at fáa heimild til at veita tilsøgn um studning til ellis- og røktarheim og eldrasambýli yvir um fíggjarár.
Løgtingið hevur nú bundið seg til at játta í minsta lagi somu upphædd á fíggjarlógunum fyri 2004 og 2005 sum fyri 2003.
Landsstýrið hevur heimild at lata studning uppá 500.000 krónur til hvørt búpláss, tó í mesta lagi helvtina av byggikostnaðinum.