12,4 milliardir útgoldnar í A-skattaðum lønum — vøksturin er 5,8 prosent

12,4 milliardir vóru útgoldar í A-skattaðum lønum seinasta tólvmánaðartíðarskeiði frá juli í fjør til juni í ár.

Tað eru slakar 700 milliónir samanborið við undanfarna tíðarskeið, sum svarar til ein vøkstur á 5,8 prosent.

 

Tað skrivar Hagstovan.

 

Gongdin vísir, at stígur kom í lønargjaldingarnar, tá koronafarsóttin rakti í 2020. Seinna hálvár í 2021 vendi gongdin og lønirnar hava havt ein rættiliga javnan vøkstur síðan. Seinastu tólv mánaðirnar vórðu 12,4 milliardir útgoldar í A-skattaðum lønum. Tað er ein vøkstur uppá 5,8 prosent samanborið við undanfarna tíðarskeið.

 

 

 

##med2##

 

##med3##

 

Kvinnurnar eiga størsta partin av vøkstrinum

 

Vøksturin hjá kvinnum hevur verið meira javnur seinastu árini, meðan lønargongdin hjá monnum í størri mun varð ávirkað, tá koronufarstóttin rakti.

 

##med4##

 

Menninir áttu umleið 60 prosent og kvinnurnar 40 prosent av samlaðu lønunum seinastu tólv mánaðirnar. Vøksturin hetta tíðarskeiðið var tó størri hjá kvinnum enn hjá monnum samanborið við undanfarna tíðarskeið. Vøksturin var 7,7 prosent hjá kvinnum og 4,6 prosent hjá monnum. 

 

##med5##

 

Lønir býttar á vinnugrein

 

Ein partur av endurskoðanini av hagtølunum um A-skattaðu lønirnar er, at vinnugreinabýtið fylgir vinnugreinaflokkingini NACE Rev 2.0 hjá Eurostat. Nýggja vinnugreinabýti er nú meira útgreinað enn tað hevur verið og altjóða sambærligt. Talvan niðanfyri vísir A-skattaðu lønirnar á fyrsta stigi eftir nýggju vinnugreinaflokkingini.  

 

##med6##

 

Meira útgreinaði vinnugreinahagtøl kunnu síggjast í hagtalsgrunninum her.

 

Um lønarhagtølini

 

Løn sum hagfrøðiligt hugtak er partur av tí breiðu allýsingini av viðurlagi til starvsfólk. Viðurlag er tvíbýtt í a) løn og b) ískoyti hjá arbeiðsgevarum til sosialar skipanir, herundir pensjón. Hugtøkini byggja á allýsingina í tjóðarroknskaparhandbókunum 'System of national accounts' hjá ST og 'European system of accounts' hjá Eurostat. 

 

Eftir hesi allýsing fevnir løn um lønarpartar so sum grundløn, viðbøtur, yvirtíðargjøld, frítíðarløn, starvsfólkaágóðar, men ikki um sosial gjøld hjá arbeiðsgevaranum so sum eftirløn, arbeiðsloysistrygging og barsilsgjald. 

 

Hagtølini um løn fevna bert um løn í peningi, ið verður goldin av arbeiðsgevara til starvsfólk um samtíðarskattaskipanina hjá TAKS. Lønarhagtølini fevna tískil um A-skattskyldugar lønir frá arbeiðsgevarum, ið eru búskaparliga virknir í Føroyum. Allar lønargjaldingar, sum lúka oman fyri nevndu krøv, telja við, uttan mun til um løntakarin er búsitandi í Føroyum ella uttanlands. 

 

Dagføringar av lønarhagtølunum

 

Í fyrru helvt av 2024 hevur tað verið arbeitt við nýggjari og meira útgreinaðari útgávu av lønarhagtølum. Tær størstu dagføringar í lønarhagtølunum eru:

 

  • Miðal og miðvirði (median) av lønunum. Hesi mátini verða roknað av samlaðu lønini hjá løntakaranum. Miðallønin og miðvirði kann eisini býtast á samlaðu lønina hjá løntarakaranum í bústaðarkommunu, vinnugreinini ella geiranum.
  • Høvuðsvinnugrein eftir NACE Rev. 2 frá 2008. Lønarhagtølini er umskipað til at fylgja altjóða sambærligu flokkingini NACE rev. 2. frá 2008. Fyrsta og annað stig í flokkingini eru beinleiðis sambærlig. Á triðja stigi eru nakrar útvaldar undirvinnugreinar býttar meira sundur fyri at lýsa serføroysk viðurskifti sum best. Høvuðsvinnugrein er tann vinnugreinin, har arbeiðsgevarin hevur størst virksemi. 
  • Geirar, so nú ber til at býta løn eftir um arbeiðsgevarin er undir almennum ella privatum ræði. Geiraflokkingin byggir á altjóða flokking í 'European system of accounts' hjá Eurostat. Geirabýtið í hagtalsgrunninum er ein einfaldari uppseting av hesi flokking.
  • Ríkisborgaraskapur hjá løntakarum eru meira útgreinaðir í heimspartar og øki.
  • Bústaðartilknýti, so til ber at síggja lønargongdina hjá persónum við og uttan bústaðartilknýti.
  • Bústaðarkommunur, so til ber at síggja lønargongdina býtt á bústaðarkommunu hjá løntakaranum.
  • Høvuðs- ella hjávinnugrein hjá løntakarum, so til ber at síggja, hvussu nógv er útgoldið í lønum, har løntakarin vinnur mest í løn. 

 

Broyting í hagtølunum

 

Í samband við dagføringarnar eru lønarhagtølini enduskoðað. Tað hevur við sær, at samlaðu lønirnar eru vaksnar eitt vet serliga seinnu árini. Fyri árið 2023 eru umleið 300 milliónir lagdar afturat samlaðum útgoldnum lønum og vóru tilsamans 12,2 milliardir í 2023. Vøksturin kemur av, at hagtølini nú eisini fevna um teir arbeiðsgevarar, ið eru skrásettir í føroysku altjóða skipaskrásetingini (FAS-skipanini) og mettir at vera partur av føroyska búskapinum. Aðrar broytingar, sum eisini ávirka hagtølini eru, at ávísar útgjaldingar um samtíðarskattaskipanina, sum áður ikki hava verið mettar at vera løn, eru nú rætt skrásettar sum løn. Flestu av hesum vóru skrásettar sum almennar veitingar frammanundan. Í samband við broytingarnar eru nýggjastu tølini ikki sambærlig við hagtølini, sum áður hava verið útgivin. Gomlu talvurnar eru tó framvegis tøkar í hagtalsgrunninum, men verða ikki dagførdar framyvir. Tær gomlu talvurnar eru endaðar og liggja í hagtalsgrunninum undir ”Endað”.

 

##med7##