128 km/t í Norðskálatunlinum

Tveir bilførar fingu treytaða frádøming av koyrikortinum í nátt

 

Ferðsludeildin hjá løgregluni hevur gjørt ferðmátingar í Eysturoynni í nátt. Úrslitið er, at tveir bilførarar mugu til nýggja koyriroynd.

 

Báðir vórðu teir steðgaðir í Norðskálatunlinum.

Annar kom koyrandi 128 km/t. Hann fær tí eina stóra bót, umframt eina treytaða frádøming av koyrikortinum. Tað merkir, at hann má upp til nýggja koyriroynd og ástøðisroynd, eins og at hann missir koyrikortið, um hann fær trý klipp aftrat komandi tvey árini.

 

Hin bilførarin koyrdi 109 km/t. Vanliga gevur tað eina bót og eitt klipp, men við tað, at hetta var fjórða klippið hjá viðkomandi, fekk hann eisini eina treytaða frádøming. Hann má tí eisini til nýggja koyriroynd og ástøðirsroynd.

 

Annars hevur løgreglan lítið at boða frá.