13-3 til Týskland í finaluroyndum

Í skrivandi stund meta mong Spania sum favoritt til at vinna EM-finaluna. Men taka vit støði í søguni, so hevur Týskland nógv drúgvari og væl fleiri finaluroyndir

Fótbóltur

 

Spania hevur skotið 11 mál higartil í hesum EM-endaspælinum og hevur latið trý mál inn. Týskland hevur skotið 9 mál, og hevur latið 6 mál inn. Skuldi ein tikið støðið í bara hesum EM-endaspælinum, so er Spania favorittar til at vinna finaluna ímóti Týsklandi á Ernst Happel Leikvøllinum í Wien, nú sunnukvøldið. Men, men fótbóltur er ofta tengdur at siðum, og at søguni. Summi lond gera tað søguliga gott til HM og EM-endaspøl, og eingin ger tað betur enn Týskland.

 

Sponsku royndirnar

Spania er í einari EM-finalu fyri triðju ferð í søguni. Fyrstu ferð, teir vóru í einari EM-finalu, var á heimavølli á Bernabau Leikvøllinum hjá Madrid í 1964. Í finaluni vunnu teir 2-1 á Sovjetsamveldinum. Millum áskoðarnar var einaræðisharrin, Francisco Franco. Sovjetsamveldið hevði ofta fleiri ukrainar enn russar á liðnum, og tí er tað søguliga ókorrekt at gera fótbóltssøguna hjá Sovjetsamveldinum til fótbóltssøguna hjá bara Russlandi, hon er meiri fjølbroytt enn so. Spania var aftur í EM-finaluni í 1984, hetta var á Parc Des Princes Leikvøllinum í París. Motstøðuliðið var Frakland og Michel Platini, sum vunnu 2-0 á spaniumonnum.

Spania vann hálvfinaluna aftaná brotsparkskapping ímóti Danmark, ta tiltiknu ferðina, tá Preben Elkjær spældi við skrøddum brókum.

Spania átti av røttum ikki at verið við til EM í 1984. Hevði alt farið reiðiliga fram, so hevði Holland, og ikki Spania tikið lut í EM-endaspælinum í Fraklandi í 1984. Holland og Spania vóru í EM-undanbólki saman, og kappaðust liðini um tað eina plássið, sum gav rætt til luttøku í EM-endaspælinum.

Áðrenn síðsta dystin ímóti Malta á heimavølli hevði Spania brúk fyri at vinna við 11 málum ímóti Malta - fyri at enda omanfyri Holland á stigatalvuni - og »tilfeldigvís« vunnu spaniólar 12-1. Eftir 24 minuttir stóð annars á jøvnum 1-1, og Malta var væl við, og tá liðini fóru til hálvleiks var støðan »bert« 3-1 til Spania, og Holland var klárt til at fara til EM. 45 minuttir seinni hevði Spania skorað níggju mál, fleiri av teimum vóru merkiliga løtt – 8 av teimum innanfyri heilt stutt tíðarskeið. Og tað var eyðsæð fyri øllum í Evropa, uttan spaniumonnum og maltesarum, at tað var nógv í hesum 12-1 dystinum, sum ikki ruggaði rætt.

Í EM-endaspælinum í 1984 var Spania í bólki saman við Týsklandi. Tá tað leið ímóti endanum av dystinum millum tey bæði londini, varð støðan 0-0, og Týskland var í hálvfinaluni. Men í yvirtíðini skoraði Maceda fyri Spania, so Spania fór fram um Týskland. Spania og Portugal endaðu á 4 stigum, Týskland á 3 stigum, og Rumenia fekk eitt stig.

Nú er Spania so í einari EM-finalu fyri triðju ferð. Spania hevur ongantíð verið í einari HM-finalu. Besta spanska HM-úrslitið er eitt fjórðapláss, heilt afturi í 1950.

 

Drúgvu týsku royndirnar

Týskland hevur drúgvar finaluroyndir, bæði í EM og HM-høpi. Talan er um 13 finalur, og er einki land í námind at taka týskarnar. Fyrst kunnu vit taka tær 7 HM-finalurnar. Ì 1954 vann Týskland 3-2 á Ungarn í finaluni. Í 1966 tapti Týskland 4-2 ímóti Onglandi. Í 1974 vann Týskland 2-1 á Hollandi. Í 1982 tapti Týskland 3-1 ímóti Italia. Í 1986 tapti Týskland 3-2 ímóti Argentina. Í 1990 vann Týskland 1-0 ímóti Argentina. Og í 2002 tapti Týskland 2-0 ímóti Brasilia.

So eru tað EM-finalurnar. Í 1972 vann Týskland 3-0 á Sovjetsamveldinum. Í 1976 tapti Týskland 5-3 ímóti Kekkoslovakia, aftaná brotssparkskapping. Í 1980 vann Týskland 2-1 á Belgia. Í 1992 tapti Týskland 2-0 ímóti Danmark. Og í 1996 vann Týskland 2-1 ímóti Kekkia, aftaná eitt Golden Goal frá Oliver Bierhoff.

Nú er Týskland so í síni sættu EM-finalu, og í sínara 13. finalu í einum endaspæli. Bara søga vil onkur kanska siga. Rætt, men søgan hevur lyndið at endurtaka seg. Meirilutin av fótbóltsfjepparunum fer at heppa uppá Spania, tí teir hava víst tann betra fótbóltin hesaferð. Men nýggja ættarliðið av týskum landsliðsspælarum vil ikki liggja aftanfyri hini týsku liðini.

Týskland hevur fyrr vunnið finalur ímóti heimsins hjartafavorittum. Ungarn í 1954, og Holland í 1974 eru bestu dømini um hetta.

Óansæð! Vit ynskja góða eydnu til bæði Týskland og Spania til at seta eitt gott og virðiligt punktum fyri EM, sum hevur verið eitt endaspæl av teimum heilt góðu.

Føroyar hava góð minnir um bæði liðini. Í 1996 og 1997 taptu vit 2-6 og 1-3 ímóti Spania við trimum frálíkum málum hjá Toda Jónssyni, Una Arge og Jens Christiani Hansen. Í 2002 og 2003 taptu vit 1-2 og 0-2 ímóti Týsklandi, serliga 1-2 dysturin fer ikki úr minninum hjá okkum, sum vóru stødd í Hannover tá Hjalgrím Elttør var so nær, so nær við at javna til 2-2.

So er spurningurin, um tað verður stólpin og inn ella stólpin og út hjá Spania hesaferð?

Seint sunnukvøldið eru vit øll klókari.