Ein hernaðartyrla drap 13 fólk, tá ráðharri skuldi vitja skadd eftir ógvusligan jarðskjálvta
13 fólk doyðu, og 15 fingu skaða, tá ein hernaðartyrla rendi á tveir bilar undir lending í landspartinum Oaxaca, sum bein frammanundan var raktur av jarðskjálvta.
Í tyrluni var innanríkisráðharrin í Mexico, Alfonso Navarrete Prida.
Hvørki hann ella hini í tyrluni fingu álvarsligan skaða í vanlukkuni, sum hendi, tá tyrlan skuldi lenda.
Tey deyðu og særdu vóru millum teirra, sum vóru á staðnum, har trylan skuldi lenda og vóru klár at taka ímóti ráðharranum.
Tyrluskiparin misti sambært tíðindastovuni Reuters tamarhaldið á tyrluni, sum rendi á tveir vørubilar, sum stóðu parkeraðir nærindis.
Jarðskjálvtin fríggjadagin, sum varð máldur til 7,2, hevur eftir øllum at døma ikki kostað mannalív.
Hann merktist tó heilt til høvuðsstaðin Mexico City, sum liggur 500 kilometrar burturi. Fleiri hundrað eftirskjálvtar vóru at merkja eftir jarðskjálvtan.
Streymveitingin fóri eisini hjá okkurt um einari millión íbúgvum í Oaxaca í sambandi við skjálvtan.
/ritzau/