13 føroysk ítróttafólk í kapping á Malta

Tey eru við í "Malta Invitational Games 2022".

Í døgunum 5. - 10. oktober luttaka 13 føroysk ítróttafólk í kapping á Malta.

 

Talan er um kappingina "Malta Invitational Games 2022".

 

Tey føroysku ítróttafólkini umboða Taekwondo og Súkkling & Triathlon.

 

Við á ferðini eru eisini umboð fyri í Ítróttasamband Føroya.

 

– ÍSF ynskir øllum føroysku luttakarunum bestu eydnu í kappingunum, skrivar Ítróttasamband Føroya á Facebook í dag.

 

##med2##