13 fólk doyðu í bussvanlukku í Indonesia

Útlendskir miðlar skriva, at nógv doyggja í ferðsluni í Indonesia, har tilsamans 270 miljónir fólk búgva.

Útlendskar tíðindastovur vita í morgun at siga, at í minsta lagi 13 fólk er deyð í einari bussvanlukku í Indonesia og fleiri enn 30 hava fingið skaða.

 

Sambært løgregluni í landinum, hendi bussvanlukkan á oynni Java.

 

47 ferðafólk vóru í bussinum, sum var á veg úr Sukoharjo á Java til eitt familjutiltak í Yogyakarta-landslutinum sum liggur nær við.

 

Sagt verður, at bussførarin misti tamarhaldið á bussinum, og hann læt eisini lív í vanlukkuni.

 

Útlendskir miðlar skriva, at nógv fólk doyggja í ferðsluni í Indonesia, har tilsamans 270 miljónir búgva.

 

- Ofta eru bilar og bussar í ringum standi, og ferðslureglurnar verða ikki altíð yvirhildnar, verður lagt aftrat.