Hóast vit hava havt løgmenn síðani 1948, so var tað ikki fyrr enn í 1956, at siðvenjan við at løgmaður heldur røðu á ólavsøku byrjaði. Tá var Kristian Djurhuus úr Sambandsflokkinum løgmaður, og helt hann tríggjar røður í fimmtiárunum, ta fyrstu í 1956 og tær næstu í 1957 og í 1958.
Eftir løgtingsvalið í 1958 gjørdist Petur Mohr Dam úr Javnaðarflokkinum løgmaður. Hann helt seks løgmansrøður. Tað var í 1959, 1960, 1961, 1962 og í 1967 og 1968. Eftir valið í 1962 gjørdist Hákun Djurhuus úr Fólkaflokkinum løgmaður og helt hann fýra ólavsøkurøður, í 1963, 1964, 1965 og í 1966. Eftir valið í 1966 gjørdist Petur Mohr Dam aftur løgmaður. Hann sat sum løgmaður til hann doyði 8. november í 1968. Tá tók Kristian Djurhuus, varaløgmaður, við sum løgmaður restina av valskeiðnum til 1970.
Í 1971 helt Atli P. Dam sína fyrstu ólavøskurøðu. Hann er tann, sum hevur hildið nógv tær flestu, 16 í tali. Hann var løgmaður frá 1970 til 1981, frá 1985 til 1989 og frá 1991 til 1993.
Eftir hann kom Marita Petersen, sum var løgmaður frá januar í 1993 til september 1994. Hon var løgmaður á ólavsøku í 1994, sjálvt um løgtingsval hevði verið í juli.
Edmund Joesnen var løgmaður frá 1994 til 1998 og helt fýra ólavsøkurøður.
Anfinn Kallsberg var løgmaður frá 1998 til 2004. Hann helt fimm ólavsøkurøður.
Jóannes Eidesgaard var løgmaður frá februar í 2004 til september í 2008 og helt fimm ólavsøkurøður.
Kaj Leo Holm Johannesen var løgmaður frá 2008 til 2015. Hann helt sjey ólavsøkurøður.
Aksel V. Johannesen var løgmaður frá 2015 til 2019 og helt tá fýra ólavøskurøður og heldur ta fimtu nú.
Bárður á Steig Nielsen var løgmaður frá 2019 til 2022 og helt tríggjar ólavsøkurøður.
Niðanfyri sæst, hvussu nógvar ólavsøkurøður løgmenn hava hildið síðani 1956:
1. Atli P. Dam: 16 ólavsøkurøður
2. Kaj Leo Holm Johannesen: 7 ólavsøkurøður
3. Petur Mohr Dam: 6 ólavsøkurøður
4. Kristian Djurhuus: 5 ólavsøkurøður
5. Anfinn Kallsberg: 5 ólavsøkurøður
6. Jóannes Eidesgaard: 5 ólavsøkurøður
7. Aksel V. Johannesen: 5 ólavsøkurøður
8. Hákun Djurhuus: 4 ólavsøkurøður
9. Pauli Ellefsen: 4 ólavsøkurøður
10. Edmund Joensen: 4 ólavsøkurøður
11. Bárður á Steig Nielsen: 3 ólavsøkurøður
12. Jógvan Sundstein: 2 ólavsøkurøður
13. Marita Petersen: 2 ólavsøkurøður