Danski útflutningurin til USA varð ikki ávirkaður av hægra tollinum, sum amerikanski forsetin, Donald Trump, setti í mai.
Tað vísa tøl, sum danska hagstovan almannakunngjørdi í dag.
Samlaði útflutningurin til USA vaks sostatt í mai við umleið einari milliard krónum til 30,4 milliardir krónur.
Vantandi ávirkanin kann stava frá, at nógvar danskar fyritøkur, sum útflyta til USA, hava framleiðslu uttan fyri Danmark og harvið ikki eru ávirkaðar av tollinum, siga búskaparfrøðingar.
Í apríl setti Trump tíggju prosent toll á vørur úr ES - og harvið eisini Danmark - men tollurin ávirkar hvørki heilivág ella vørur, sum verða framleiddar í USA.
- Tey sterku tølini fyri útflutningin til USA í dag staðfesta, at meginparturin av donsku útflutningsfyritøkunum eru í góðari støðu til at handfara verandi handilsósemju við USA, sigur Tore Stramer, høvuðsbúskaparfrøðingur í Dansk Erhverv, í skrivligari fráboðan.
- Hetta er sjálvandi fyrst og fremst galdandi fyri fyritøkur, sum hava framleiðslu í USA.
Alt er tó langt frá rósandi um hugt verður yvir eitt longri tíðarskeið, vísir Allan Sørensen, leiðandi búskaparfrøðingur í Dansk Erhverv á.
Hann leggur dent á, at um hugt verður eftir seinastu fimm mánaðunum í 2024 og samanber tað við teir fyrstu fimm mánaðirnar í 2025, so er útflutningurin til USA munandi minni.
- Í løtuni eru stórar avbjóðingar á amerikanska marknaðinum. Vit eru longu rakt av einum tíggju prosent tolli á amerikanska marknaðinum, dollarin er viknaður nógv og vøksturin minkar, leggur Sørensen dent á í skrivligari fráboðan.
/Ritzau/