Oddagein
Vit høvdu eina sera áhugaverda samrøðu her í blaðnum, har tveir ungir føroyskir vinnulívsmenn, ið hava sera góð avrik at vísa á uttanlands, viðmerkja ætlan løgmans, um at Føroyar skal gerast heimsins fremsta land í 2015.
Hesir menn siga heilt einfalt, at umfatandi virksemið, ið teir hava í dag við nógvum arbeiðsplássum uttanlands, ikki hevði kunnað verið flutt til Føroyar, m.a. tí at føroyingar ikki hava tær skattaavtalur, ið krevjast. Hetta mátti fingið politikarar at hugsa eitt sindur um hetta, hóast teimum ikki nýtist at taka undir við øllum.
Vit hava, við at kopiera danska lógávu uttan tilhoyrandi dupultskattasáttmálar, málað okkum upp í ein krók, har so at siga einki handilsvirksemi kann rekast effektivt úr Føroyum uttan til Danmark ella norðurlond. Nær hevur man politiskt bestemmað, at vinnan skal hava so avmarkaðar treytir at virka undir? Hevur man nakrantíð bestemmað hetta politiskt?
Eitt eru sáttmálar og handilsavtalur, sum eiga at fáa hægsta prioritet, um vit skulu verða komin nakran veg í 2015. Ungu vinnulívsmenninir ráddu eisini til eitt skattaprosent uppá 13% í Føroyum og eina minking av tí almenna sektorinum.
Fyriuttan tað, at sama skattaprosent fyri øll vildi verið í stríð við tað samhaldsfasta prinsippið, har tey ið megna minst gjalda minst og øvugt, so er eisini ivasamt, um allar vælferðartænastur kundu verið betaltar við einum slíkum prosenti.
Tá tað er sagt, so eiga vit at diskutera hetta mál og ikki blankt at avvísa, at almenni sektorurin kann minka, so tað kann gerast bíligari at liva i Føroyum.
Tað er umráðandi, at man skilir ímillum tann partin av tí almenna, ið beinleiðis veitir eina vælferðartænastu t.v.s tann partin íð leverar eitt útbúgvingarverk, eina sjúkrarøkt, eldrarøkt o.s.fr., og so restina. Tað er eingin ivi um, at eina ávísa umsiting mugu vit hava við innkrevjingarfunktiónum og kontrolfunktiónum, men nú er tíð at endurskoða nógv av hesum, ikki minst tí, at stýringsamboðini eru nógv betur í dag, enn fyri bert fáum árum síðani.
Hvat er innkrevjingarkostnaðurin pr krónu, ið verður kravd inn av tí almenna íroknað kontrolfunktiónir? Kundi hetta tal ikki verið minkað? Kundu vit ikki foreinklað MVG skipanina? Vit høvdu fyrr í ár eitt uppskot á hesum stað við at útskríva eina kapping til eina nýggja MVG skipan, har vinnarin var tann, ið kundi gera ta skipanina, ið var bíligast at umsita. Hvi ger man ikki hetta? Hvussu nógv fólk sita í reinum kontrolfunktiónum í tí almenna í dag? Hvussu nógv tilfeingi verður í dag kanaliserað burtur frá borgaratænastunum til internt brævaskifti og dupultfunktiónir, ið kanska í summum førum leggja minni virði afturat, enn hesin aktivitetur kostar?
Núverandi gongd kann ikki halda fram. Blokkniðurskurðurin hevur gjørt tað neyðugt at spara eina millión um dagin á útreiðslusíðuni hjá tí almenna, um man vil tað ella ei. Hóast man neyvan kemur niður á 13% í skatti, um vælferðarsamfelagið skal varðveitast, so hevur skattgjaldarin í hvussu so er uppiborið eina endurskoðan og rationalisering av almennum virksemi.
Sosialurin