Leygardagin hin 11. september verður Johannudagur í Vági. 137‑ára gamla sluppin - Johanna TG326 - verður karmur um eitt maritimt vikuskifti, sum í stóran mun fyrigongur á havnalagnum í Vági.
Á skránni verða ymisk tiltøk og undirhald fyri allar aldursbólkar. Kajakkir og annar aktivitetur verður á fjørðinum, og høvið verður at byrja leygardagin við havbaðing og sjódyppi.
- Tað verður grillað, og her verður felagssangur, bryggjudansur og ymiskt annað. Søguligu grindabátarnir verða eisini flotaðir, og eftir ætlan koma onnur skip á Vág at seta ein serligan dám á tiltakið.
Tey, sum standa aftan fyri Johonnudagin í Vági, siga, at endalig skrá fyri tiltakið kemur, tá dagurin - hin 11. september - fer at nærkast.