Gamla Norrøna hevði nærum 8.000 vitjanir um vikuskiftið Nógvir føroyingar hava nýtt høvið at vitja umborð á Logos Hope - Gomlu Norrønu - meðan hon lá við bryggju í Havn og í Klaksvík.
Men var undirtøkan góð meðan skipið lá við bryggju í Havn, so var undirtøkan enn betri, meðan skipið lá við bryggju í Klaksvík.
6.567 fólk vitjaðu Logos Hope, meðan hon lá við bryggju í Havn, meðan talið í Klaksvík kom uppá nærum 8.000 vitjanir. Sostatt er talan um eitt tal, sum liggur um 14.500 vitjanir, meðan skipið lá við bryggju í Føroyum.
Seint í gjárakvøldið fór skipið úr Føroyum.