14 ára gamla Ranja við í badmintonkapping í Malmø

Hon hevur luttikið í kappingini Swedish Youth Games í Malmø.

Seinastu tíðina havi fleiri føroyskir badmintonleikarar valt at farið til kappingar uttanlands. Hetta gevur teimum góðar royndir, og styrkir um kappingarnar, vit hava her í Føroyum.

 

Frá 17-19. november hevur 14 ára gamla Ranja Joensen luttikið í badminton-kappingini Swedish Youth Games í Malmø. Hetta skrivar Badmintonsamband Føroya á Facebook.

 

Hetta er ein kapping við teimum sterkastu spælarum úr Svøríki, Finnlandi, Írland, Frankaríki, Sveits og øðrum londum. Danmark hevði spælarar við, har sterkasti leikarin er nr. 5 á teirra styrkslista.

 

– Ranja stóð seg væl, spældi allar dystir í 3 settum, so sigast kann ikki annað enn at hetta er sera flott av føroyska badmintonspælaranum, tí støðið er høgt í Swedish Youth Games, skrivar Badmintonsamband Føroya.

 

Komandi vikuskiftið luttekur føroyska seniorlandsliðið í kapping í Slovenia, og Ranja luttekur í U15 E kapping í Hjørring.

 

– Vit ynskja okkara spælarum allar bestu eydnu, nú tey umboða Føroyar uttanlands, ljóðar tað frá Badmintonsamband Føroya.