14 av 15 fordømdu ísraelska bygging

14 av teimum 15 limalondunum í trygdarráðnum hjá ST fordømdu í kvøld ísraelsku stjórnina, tí hon ætlar sær at kvetta Vestara Áarbakka í tvíningar við einari nýggjari niðursetubygd. USA nýtti sýtingarrættin ímóti samtyktini.

Stjórnin í Ísrael kunngjørdi herfyri, at hon hevði samtykt at byggja fleiri íbúðir afturat. Byggingin fer at gera, at Vestari Áarbakki verður kvettur tvørturav, og at tað verður vónleyst hjá palestinum at skipa eitt veruligt ríki í samsvari við ætlanina um eitt ísraelskt og eitt palestinskt ríki.

Tey 14 londini, sum atkvøddu fyri at fordøma ísraelsku stjórnina orsakað av avgerð hennara, gjørdu av at skipa fyri tíðindafundi aftan á fundin í trygdarráðnum, har tey søgdu, at avgerðin hjá ísraelsku stjórnini setir friðartilgongdina í váða.

Ein talsmaður hjá ísraelska uttanríkisráðnum segði í einari viðmerking, at ST-trygdarráðið átti heldur at hugsað um týdningarmeiri mál so sum stríðið í Sýrialandi. Men ráðið brúkar heldur tíðina til at viðgera, hvussu jødar skipa sína bygging í heimlandinum, legði hann afturat.