14 lótu lív tá toran sló niður

BBC veit at siga, at øll, sum lótu lív, vóru børn í einari flóttafólkalegu

Í dag vita útlendskir miðlar at siga, at fleiri fólk lótu lív, tá toran sló niður í eina flóttafólkalegu í Uganda.

 

Lokala løgreglan sigur, at tilsamans 14 fólk lótu lív, og 34 onnur fingu løstir í hendingini.

 

BBC veit at siga, at øll, sum lótu lív, vóru børn. 

 

Tað var undir einari gudstænastu í flóttafólkaleguni Palabek, at toran sló niður og gjørdi feigdina um seg.

 

Palabek í liggur í útnyrðingspartinum av Uganda.

 

BBC veit at siga, at fleiri av teimum, sum vóru í flóttafólkaleguni, eru úr Suðursudan.

 

- Her hevur seinastu tíðina verið nógv regn og herviligt toruveður, verður lagt aftrat.