42 ára gamli, Atli Gregersen hevur havt eitt sjáldsamt fótbóltsár, ið hevur verið søguligt og serligt útum tað vanliga.
Í summar skrivaði hann søgu saman við 18 ára gamla soninum, Árna Nóa Atlason. Teir gjørdust fyrstu feðgarnir í einum FIFA-limalandi at spæla 36 kappingardystir saman á sama liði. Og síðani hava feðgarnir útbygt metið.
Saman við liðfeløgunum í Víkingi vunnu feðgarnir FM-heitið í Betrideildini.
Í hesum árinum rakk Atli at vera hjálparvenjari hjá bæði føroyska U21-landsliðnum og A-landsliðnum.
Og mikukvøldið gjørdist Atli elsti leikarin nakrantíð at vinna heiðurin at gerast ársins leikari í bestu fótbóltsdeildini.
Til samanberingar var legendariski, Fróði Benjaminsen 35 ár, tá hann gjørdist ársins leikari í 2013. Tað var mett at vera høgur fótbóltsaldur hjá ársins leikara tá. Nú hevur Atli sligið tað við sjey árum.
Legendariski liðfelagin hjá Atla, Sølvi Vatnhamar var 36 ár, tá hann gjørdist ársins leikari í 2022. Tá helt onkur fyri, at tað aldursmetið fór ikki at vera tikið.
Og omaná tað heila bleiv Atli eisini ársins verjuleikari, og spældi við liðnum sum fekk Fair Play steypið.
Av sonnum eitt fótbóltsár, ið neyvan fer at hava sín líka aftur.
##med2##