14 milliardir krón­ur út­goldn­ar í løn­um – vøkst­ur­in er seks prosent

Løntakarar í Føroyum hava fingið útgoldið góðar 14 milliardir krónur í A-inntøku seinastu 12 mánaðirnar.

Tað eru umleið 800 milliónir krónur meira enn árið frammanundan, svarandi til ein vøkstur upp á seks prosent.

Tað vísa nýggj tøl frá Hagstovu Føroya.

Vøksturin í lønargjaldingunum er tó minkaður nakað samanborið við undanfarin ár. Fyrr í ár lá ársvøksturin oman fyri sjey prosent, men seinastu mánaðirnar er hann minkaður niður á seks prosent.

Hagstovan vísir á, at framvegis er vøkstur í øllum høvuðsvinnum, men at vøksturin er størstur í fleiri tænastuvinnum. Eisini almennu lønargjaldingarnar halda fram at vaksa.

Lønarútgjaldingarnar eru ein týðandi mátari fyri gongdina í føroyska búskapinum, tí tær vísa bæði virksemið á arbeiðsmarknaðinum og inntøkurnar hjá húsarhaldunum.

Sambært Hagstovuni eru tølini grundað á A-inntøku, sum er útgoldin seinastu 12 mánaðirnar.

 

Lesið meira á heimasíðuni hjá Hagstovuni