Ein lítil hátíðarløta varð hildin á Vinnuháskúlanum í dag, tá 14 næmingar fingu handað prógv sum maskinistar. Tað skrivar skúlin á heimasíðuni í dag.
Fitt av fólki vóru komin saman, fyri at luttaka í prógvhandanini á skúlanum, har Vilhelm Petersen, stjóri á Vinnuháskúlanum, beyð vælkomin og helt eisini eina røðu fyri próvtakarunum. Harumframt vóru Páll Hansen, formaður fyri Maskinmeistarafelagið, og Dánial Jákup Meinhardson, næstformaður í felagnum Antares, til staðar og góvu próvtakarunum nøkur góð orð við á vegnum, upplýsir skúlin.
Teir sum fingu prógv sum maskinmeistarar í dag, og eru á myndini, eru Bárður Poulsen, Gunnar Már Hjaltason, Hans Petur Sólheyg, Gunnfríður Dahl-Olsen, Heðin Hanusson, Hans Áki Dal Christiansen, Jóannes Weihe, Jógvan Hendrik Sigurstein, Jóhann Heðinsson, Leif Arni Lervig, Rógvi Joensen, Magni Magnussarson Jacobsen, Steinar Jacobsen, Tróndur Djurhuus. Hans Áki Dal Christiansen fekk eisini prógv í dag, men vantar á myndini.
Sum siðvenja er, so blivu virðislønir eisini handaðar í dag, og var fekk Jóannes Weihe 1. virðisløn, ið var eitt mátitól frá Maskinmeistarafelagnum, Rógvi Joensen fekk 2. virðisløn, ið var ein kikari frá Betri Banka og Jóhann Heðinsson fekk triðju virðisløn, ið var eitt lummaur frá Antares.