Í morgun, mánamorgun, kl. 10, var boðið til tíðindafund í Norðurlandahúsinum.
Orsøkin var, at 14 ára gamli vestmenningurin, Andrias Eriksen, leygardagin fer av landinum við kós í móti Perth í Avstralia.
Í Perth liggur danska verjuskipið Vædderen, sum nú virkar sum rannsóknarskip á ferðini Galathea 3. Umborð eru granskarar, fjølmiðlafólk og skúlanæmingar, og tann 20. november verður skúlanæmingurin í áttanda flokki í Vestmanna skúla, partur av manningini.
– Eg eri sera spentur. Eg fái ikki sagt, at eg gleði meg til nakað ávíst, men nokk mest til allan túrin í síni heild, og at sleppa at uppliva heimin, sigur Andrias Eriksen.
Er farin til verka
Umborð skal Andrias skriva weblog. Tað er eitt slag av eini dagbók frá túrinum, sum verður løgd út á alnetið, soleiðis at øll fáa fylgt við rannsóknarferðini. Aftrat tí, skal Andrias eisini hjálpa granskarunum við sínum arbeiði.
Tað er nokkso avmarkað hvat Andrias kann gera av fyrireikingum, men hann ger tað hann kann.
– Eg havi fylgt væl við, hvussu túrurin hevur gingið, og havi serliga lagt meg eftir at lesa, hvussu hinir næmingarnir hava greitt frá túrinum, soleiðis at eg veit hvussu eg skal gera, tá eg skal byrja, sigur Andrias, sum so smátt longu er farin til verka.
– Ja, faktiskt eri eg longu byrjaður at skriva frá tíðindafundinum í dag, og tað skal vera mín byrjan upp á mítt weblog, greiðir Andrias frá.
Burtur í ein mánað
Andrias Eriksen fer sum sagt avstað leygardagin. 20. november mynstrar hann umborð á Vædderen í Perth, og 10. desember mynstrar hann av aftur. Hetta merkir, at hann er burtur frá skúlanum og floksfeløgunum í nærum ein mánað. Tá vit so spyrja hann, um hansara floksfelagar ikki eru øvundsjúkir, so flennir hann bara og sigur, at tað er ikki frítt.
– Jú, teir eru nokkso øvundsjúkir, men samstundis siga teir, at eg eri heppin og at tað er flott klárað av mær, so tað er bara skeg, smílist Andrias.
Hóast Andrias nú verður burtur frá vanligu undirvísingini og ikki fær fylgt við har, so kunnu næmingarnir og lærarar hansara kortini fylgja við hansara dagligdegi á alnetinum, og tað ætla teir eisini at gera, hava teir sagt við Andrias.
Ikki ferðast nógv áður
Nú Andrias spakuliga skal byrja at pakka viðføri til ferðina tvørtur um knøttin, so spyrja vit hann, um hann hevur ferðast nógv áður.
– Nei, tað kann eg ikki siga. Eg havi bara verið her í Føroyum og Danmark. Eisini havi eg verið við ungdómslandsliðnum í Pólandi, og so havi eg spælt fótbólt í Skotlandi, men tað er so tað, sum eg havi verið uttanlands, sigur Andrias, sum nú av álvara sleppur at uppliva heimin, og á ein slíkan hátt, sum bert sera fáir av hansara javnaldrum hava upplivað hann.