14 ára gamlir hóttu mann við knívi

Tveir 14 ára gamlir dreingir framdu eina røð av innbrotum og herverki í Havn sunnunáttina. Endin var, at teir hóttu ein vaksnan mann við knívi, áðrenn løgreglan handtók dreingirnar, sum hóast sín unga aldur eru kenningar hjá løgregluni

Teir báðir dreingirnir løgdu fyri úti á verkstaðnum Vónini úti í Álakeri. Har brutu teir eitt portur upp og fóru síðani inn ígjøgnum eitt vindeyga. Har tóku teir felliknívar, sodavatn og smápengar.
Síðani fóru teir umborð á skipið Thomas Nygaard, sum lá á skipasmiðjuni. Har brutu teir inn í skápið við heilivági og tóku upp í ein beriposa av ymsum heilivági.
Hildið var fram yvir ímóti Skálatrøð. Við Skeiva pakkhús lógu bátarnir Fortuna og Sævarenni. Dreingirnir fóru umborð og blástu ein bjargingarbát upp, men skóru eisini hol á bátin. Harumframt tendraðu teir eitt neyðbluss.
Ein maður, sum hoyrir gangin frá dreingjunum, kemur framvið og roynir at steðga teimum. Hann verður tó álopin við felliknívi, men fær vart seg við at taka í armin á tí eina.
Hann verður so noyddur at fara avstað aftur og senda boð eftir løgregluni. Annar drongurin kastar eisini ein felliknív eftir manninum.
Løgreglan tók dreingirnar við á støðina, har barnaverndin var við í avhoyringunum. Báðir eru bara 14 ára gamlir og kunnu tí ikki ákærast.
Báðir dreingirnir vóru ávirkaðir av rúsdrekka ella øðrum evnum, og teir hava báðir verið í hóslag við løgregluna fyrr, upplýsir kriminaldeildin á politistøðini.