Leygardagin 19. desember doyði 14 ára gamla brasilska gentan, Mariana Franklin Ferreira Silva, av koronu. Hon var royndur svimjari og hevði 10 dagar, áðrenn hon doyði, luttikið í einari svimjikapping.
Longu í november varð hin 14 ára gamla staðfest positiv fyri covid-19, og ein mánaða seinni luttók hon í einari svimjikapping í Santos. Sambært swimchannel.net svam Mariana Franklin Ferreira Silva 50, 100 og 200 metrar frísvimjing.
Tá hon kom heim frá svimjikappingini, komu sjúkueyðkennini framaftur. Hon varð løgd inn á sjúkrahús, og tá funnu læknarnir út av, at korona-virusið hevði gjørt skaða á lungu hennara. Kortini varð gentan send heim aftur av sjúkrahúsi.
Hin 17. desember varð hon aftur løgd inn á sjúkrahús, tí hon hevði trupulleikar við at anda, og tveir dagar seinni doyði hon. Deyðsfallið hevur skapt kjak í Brasilia, og fleiri spyrja, hví hin 14 ára gamla luttók í svimjikapping ein mánaða eftir, at hon varð staðfest positiv fyri korona.