Løgreglan tók um vikuskiftið trý fólk, sum koyrdu við kenning. Millum teirra var ein 14 ára gomul genta.
Hon hevði fingið fatur á lyklunum til bilin, ið hoyrdi til húsið. Hon hevði síðani sett seg við rórið og fór at koyra runt í grannalagnum.
Hon var tó óansin og rendi í ein garð, og tá løgreglan kom á staðið, staðfesti hon, at gentan var ávirkað av alkoholi.
Hon varð tikin við á støðina, har barnaverndin var hjástødd undir avhoyringum. Ein frágreiðing varð skrivað, men gentan kann ikki revsast, tí hon ikki er fimtan ára gomul enn.
Løgreglan tók eisini tveir aðrar persónar, sum koyrdu við kenning um vikuskiftið. Blóðroynd er tikin, og hesir verða ákærdir eins og vanligt er.
Vikuskiftið hevur verið hampuliga friðarligt, men løgreglan hevur eisini tikið fleiri full fólk inn at sova rúsin av á støðini.